Í frásøgnini hjá Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at átta frystilínuskip eru til fiskiskap - tvey eru í føroyskum sjógvi, fimm í ísledskum sjógvi, og eitt er í Eysturgrønlandi. Myndin er av Klakki.

Illveðrið hevur helst rikið fleiri skip til lands

Tað hevur verið ringt veður síðan í gjárkvøldið, og tískil er væntandi, at fleiri - størri og smærri - landingar verða hesa vikuna.

Í frásøgnini hjá Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at átta frystilínuskip eru til fiskiskap - tvey eru í føroyskum sjógvi, fimm í ísledskum sjógvi, og eitt er í Eysturgrønlandi. Myndin er av Klakki.

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya komu við sínari seinastu kunning um, hvørji skip eru til fiskiskap, varð sagt, at eitt ísfiskalínuskip er úti, og at skipið helst kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni. 

 

Nú hevur veðrið verið so ringt síðan í gjárkvøldið, at ísfiskalínuskipið helst longu er komið til lands, tí einki ber til á havleiðunum, soleiðis sum veðrið hevur háttað sær hesar seinastu nógvu tímarnar. 

 

Í frásøgnini hjá marknaðinum verður eisini sagt, at átta frystilínuskip eru til fiskiskap - tvey í føroyskum sjógvi, fimm í ísledskum sjógvi, og eitt er í Eysturgrønlandi.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, og so fáa tey eisini nakað av øðrum fiskasløgum.

 

Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin verður harður alla vikuna. Onkran dag í vikuni verður hampiligt veður, og tí kann tað hugsast, at onkur útróðrarbátur loysir, tá veðrið batnar. 

 

- Útróðrarbátarnir hava brúkiligan fiskiskap. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður sagt.

 

Vit kunnu skoyta uppí, at her er talan um útróðrarbátar, sum fiska við línu. Við snelluni hevur enn ikki borið nakað serligt til, tó at várróðurin nú skuldi farið at nærkast. 

 

Nøkur partrolarapør eru til fiskiskap, og væntandi er, at onkur pør koma inn at landa hesa vikuna. Allir partrolararnir fiska upsa. Teir fáa eisini nakað av hvítum fiski, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og teir koma møguliga inn at landa seinni í hesi vikuni.

 

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya skrivaðu sína frásøgn, vóru tríggir av teimum smáu trolbátunum á Skeivabanka, ein var til fiskiskap eystanfyri, og tveir vóru norðanfyri. Teir eru helst allir komnir til lands, nú líkindini gjørdust so vánalig. 

 

- Allir trolbátarnir landa hesa vikuna, varð lagt aftrat.

 

Um garnaskipini varð sagt, at tvey fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku, og teir hava eisini brúkiligan fiskiskap. Øll garnaskipini landa hesa vikuna.

 

 

 

Í frásøgnini hjá Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at átta frystilínuskip eru til fiskiskap - tvey eru í føroyskum sjógvi, fimm í ísledskum sjógvi, og eitt er í Eysturgrønlandi. Myndin er av Klakki.