Tað er ikki lætt at vera fiskaframleiðari í Føroyum í løtuni, nú veðurlagið roynist so illa, og upsafiskiskapurin yvir eina longri tíð hevur verið so vánaligur. Hetta ger tað heldur ikki lætt hjá skipum og manningum.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at vánaliga ráfiskatilgongdin hevur ávirkað gongdina bæði hjá Delta Seafood á Tvøroyri, har tey arbeiða saltfisk og á TG Seafood í Hvalba, har flakaframleiðsla er.
- Veðrið hevur verið ógvuliga ólagaligt í heyst og serliga nú í desember, og veiðan hjá skipunum hevur sum heild roynst vánalig.
Hann sigur, at í dag er fiskaarbeiði í Hvalba, men tá dagurin er liðugur, verður turt gólv, og arbeiðsfólkið fær jólafrí.
- Í Hvalba hava tey arbeitt fisk frá partrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, sum landaðu í síðstu viku, umframt at fiskur er keyptur frá partrolarunum, Jaspis og Ametyst, sum hava landað í Havn.
Magnus Jespersen letur illa at ráfiskatilgongdini í heyst og sigur, at hetta eisini hevur gingið út yvir arbeiðstímarnar hjá teimum, sum starvast hjá Delta Deafood á Tvøroyri og TG Seafood í Hvalba.