Mikudagin 18. febr. 98 vóru umboð fyri alla fiskivinnuna o.fl. bodnir til fundar í landsstýrinum, at fáa eina frágreiðing frá Fiskimálastýrinum um, hvørjar politisku og umsitingarligu ætlaninar vóru fyri framtíðar stuðulsskipanir og aðrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Í oddagrein í Sosialinum fríggjadagin 20. febr. 98 verður mælt til, at verandi íløgustuðulsskipan verður niðurtrappað yvir eitt áramál. Í sama blað verður formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen endurgivin fyri at siga, at øll umboðini á fundinum við Fiskimálastýrið settu seg ímóti ætlanini um at niðurleggja íløgustuðulsskipanina. Hetta er ikki rætt. Sum umboð fyri Felagið Rækjuskip, bleiv ongantíð sagt um vit vóru fyri ella ímóti ætlan landsstýrisins. Tí skal verða gjørt vart við her, at Felagið Rækjuskip hevur als ikki viðgjørt og tikið støðu í hesum málið, av tí einføldu orsøk, at rækjuskipini ongantíð hava fingið játtaðan nakran rakstrarstuðul. Fyri rækjuflotan er hetta sostatt eitt óviðkomandi mál.
Felagið Rækjuskip hevur áhaldandi gjørt bæði landsstýri og løgting varugt við teir ovurhonds stóru fíggjarligu trupulleikar sum rækjuflotin hevur, og at rækjuflotin er í eini serstøðu tá talan er um at skapa virðisøking fyri føroyska búskapin, av tí at mest sum øll rækjuveiða er í altjóða sjógvi, har onki verður latið fyri hesi rættindi. Hetta skal samanberast við tær kvotur sum aðrir skipabólkar - herundir heimaflotin - fær lut í, ígjøgnum millumlanda fiskiveiðuavtalur, har Føroyar lata líka stór virðir afturfyri tað sum fæst - t.v.s. í veruleikanum ein »null loysn«. Hetta skal ikki skiljast sum at hetta er skeivt á nakran hátt - tað er bert ein konstatering.
Persónliga skilji eg væl teir grundleggjandi tankar sum liggja aftanfyri ætlan landsstýrisins um, at vinnan skal klára seg uttan rakstrarstuðul. Eisini kann eg taka undir við ætlanini um, at stuðul framyvir skal latast partvíst til endurnýggjan av flotanum partvíst til umbygging og effektivisering av verandi flota. Givið er, at føroyska fiskivinna stendur fyri stórum broytingum komandi árini. Ávirkanin av eini komandi oljuvinnu á føroyskum øki kemur at verða stór á ávísum leiðum. Eisini er tað hugvekjandi, at tann fiskur vit í fleiri ár ikki hava brúkt sjálvir, men latið øðrum londum afturfyri kvotur í teirra sjógvi - t.d. svartkjaftur og makrelur - nú eru á veg at fáa eitt munandi búskaparligt virði. Fara føroyingar sjálvir at gagnnýta hesar møguleikar, so vil tað sjálvandi fáa ávirkan á kvotuavtalurnar við onnur lond.
Sum eg gjørdi vart við á fundinum við Fiskimálastýrið, so haldi eg tað vera spell, um ein komandi lóg um stuðul til menning av fiskiflotanum bert fevnir um feskfiskaflotan og ikki t.d. fjarfiskiflotan eisini. Eg vildi mett tað skialgott, um landsstýrið stuðlaði og eggjaði føroyskari fiskivinnu til at gagnnýta veiðumøguleikar í altjóða sjógvi nógv meira enn í dag, soleiðis at vit eisini fáa okkara part burturav, tá kvotur fyrr ella seinni verða ásettar fyri altjóða sjógv eisini.
Mítt timæli til bæði landsstýri og løgting skal tí verða, at skipað verður fyri einum breiðum orðaskifti um bæði verandi og komandi stuðulsskipanir til fiskivinnuna, og hvussu fyritreytir kunnu skapast fyri, at føroysk fiskivinna kemur víðari enn í dag. Fyri nøkrum árum síðani var skipað fyri einum almennum fiskivinnudegi. Mælt verður til, at skipan verður fyri einum líknandi tiltaki skjótast til ber, við luttøku av øllum politiskum flokkum, vinnuni, fíggingarstovnum og øðrum áhugabólkum, soleiðis at alt orðaskifti um stuðul kann koma á rætta kós aftur. Tað nyttar onki hjá vinnuni at verða stirvin, líka so lítið sum at politikkarar tosa um teoriir og siterað Nobelprísvinnarar. Vit hava ein føroyskan veruleika at halda okkum til, og endamálið hjá øllum pørtum eigur at verða, at finna fram til tað sum er samfelagsliga mest gagnligt. Tað kann tá vísa seg, at stuðul í vissum førum er ein samfelagsgagnlig íløga.
Jákup Egholm Hansen