Ilt at meta um

Sofus Debes Johannesen av skattadeildini hjá TAKS heldur ikki, at tað ber til at gera metingar á so lítlum grundarlagi sum einum mánaði

Tað eru alt ov nógvir ótryggleikar við at gera nakrar sammetingar, sum geva meining, á einum so tunnum grundarlagi sum einum mánaði.

Talan er um lønarútgjald upp á 595 milliónir krónur í ár í mun til 599 milliónir í fjør. - - Tað ber als ikki til at siga út frá hesum, hvussu gongdin fer at vera. Eitt nú kann eitt stórt útslag vera útgjald til tímalønt, sum kanska fáa løn 14. hvønn dag, og hvussu tað passar til mánaðin, sigur Sofus Debes Johannesen.

Han sigur, at talan undir øllum umstøðum er um sera smá tøl – fýra milliónir í mun til 600 – og um skattalættin hevði verið í gildi, hevði tað kanska svara til eitt meðaltal á 2,5 milliónir um mánaðin.

Nú vísa fyribils skattatølini, at landskassin í januar í ár fekk 105.538.897,00 krónur inn í skatti, meðan tilsvarandi upphæddin fyri januar 2008 var 103.717.025,00 krónur. Ella 1.821.894,00 krónur meiri, svarandi til 1,76%.

Sofus Johannesen sigur víðari, at tað er ein størri operatión at gera eina útrokning av skattinum, um skattalættin hevði verið settur í gildi.

So hóast tað ber til at sammeta mánaðirnar, ber ikki til at siga nakað um gongdina í skattainntøkunum hjá landskassanum.

Sosialurin hevur roynt at fingið fatur á Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, men hann hevur ikki verið at hitt í morgun. Vit hava tó fingið upplýst, at mvg- og onnur avgjaldstøl ikki eru tøk enn, og tí ber ikki til at siga nakað um, hvussu nógv inntøkurnar á tí økinum eru falnar – nakað, sum roknað verður við í fíggjarmálaráðnum.