Poul Michelsen, løgtingsmaður
Eg síggi fyri mær sjónvarpsmanningina í eini kaffipausu sita og fáa ilt í reyvina av, at eitt kvinnutiltak sjálvan kvinnudagin skal kosta ov nógv. 1000 kr. tað líkist ongum!!
Haldi at kjaki í sjónvarpinum og viðgerðin av hesum málinum var óverdug og illa grundað.
Nær er treytin tann, at eitt tiltak bert kann fáa stuðul um lægsti felagsnevnarin er markið, og nær er flakakvinnan blivin lægsti felagsnevnari? Er hetta ikki at gera seg inn á flakakvinnuna og leggja henni orð í munnin, hon sjálv ikki hevur sagt?
Nógv verður tosað um alheimsgerðir og integratión í heimssamfelagið. Um at menna hvønn einstakan og at menna kvinnur at luttaka í politikki.
Hvussu gera vit hetta? – Er uppskriftin hjá Tobba leiðin? Eg haldi ikki!
Tann sum vil, eigur at síggja, hvussu virkið samelagið er á øllum økjum. Heimins bestu fólk á øllum økjum leita til Føroya. Og fyri mær er hetta gleðiligt og sjálvsagt. Vit eiga ikki at góðtaka minni enn tað besta.
At kvinnur, sjálvan kvinnudagin, taka seg saman fyri júst at fyriskipa eitt tiltak á høgum støði og soleiðis menna vit og skil, er heldur onki meira enn sjálvsagt fyri mær.
Um tað er rætt, at almennur peningur verður veittur til eitt slíkt tiltak, sum her er talan um, er so spurningurin?
Eg kann, í hvussu so er, finna eina ørgrynnu av tiltøkum av slíkum slag, sum fáa almennan stuðul.
Somuleiðis kann eg nevna nógv tiltøk, sum við almennum stuðli kosta minst líka nógv. Tiltøk har tú heldur ikki sært nevnuverdiga luttøku av verkafólki
Hví er júst hetta tiltakið so serstakt, at hetta ikki vert at stuðla? Hvør er veruliga orsøkin fyri at Kringvarpið, Tobbi, Jenis og Kári v.fl. brúka so niðurgerðandi orðaval um júst hetta tiltak?
Hatta við kostnaðinum og ríkmannafrúum – er ikki nóg gott. Her býr okkurt annað undir - bert hugflogið avmarkar gitingarnar.
Tiltakið er á høgum støði og við kendum fyrilestrarhaldarum, sum á fleiri økjum kunnu geva kvinnum íblástur til ein meira virknan og mennandi leiklut í samfelagnum. Og er tað ikki just tað, vit politikkarar leita eftir. Og er tað ikki tað, sum Demokratia skal birta undir?
At kr. 45.000 av teimum 2-300 túsind krónunum verða veitar tiltakinum, eigur ikki at forða øðrum kvinnum at fyriskipa onnur tiltøk – so lítið veiggj KANN ikki vera í kvinnunum
Er tað veruliga so, at Tobbi, Jenis og Kári skulu avgera, hvar førleikastøðið hjá kvinnum liggur?