- Eg upplivdi fleiri ferðir at síggja fólk, eg kendi, sum eg ikki hevði sæð leingi - og so visti eg, at tað var kki hesin, sum varð dripin, sigur ein borgari í Ilulissat.

Ilulissat: Ein vika við skelki og bangilsi

- Um leivdirnar ikki vórðu funnar í ruskbrenningini, er tað ein spurningur, um drápsmaðurin hevði megnað at krógvað sína brotsgerð.

 

- Eg upplivdi fleiri ferðir at síggja fólk, eg kendi, sum eg ikki hevði sæð leingi - og so visti eg, at tað var kki hesin, sum varð dripin, sigur ein borgari í Ilulissat.

Nógvir borgarar í grønlendska býnum, Ilulissat, kendu seg lættari um hjartað, tá løgreglan í økisrættinum í býnum herfyri fekk tvey fólk fongslað í samband við drápið av einum manni, har partar av líkinum vórðu funnir við ruskbrenningina í býnum.

 

- Mong vóru ótrygg. Vit vitstu ikki, um drápsmaðurin gekk ímillum okkum. Vit vistu heldur ikki, hvør hin dripni var. Eg upplivdi fleiri ferðir at síggja fólk, eg kendi, sum eg ikki hevði sæð leingi - og so visti eg, at tað var kki hesin, sum varð dripin.

 

Sermitsiaq hevur skift orð við ein borgara í Ilulissat, sum ikki vil vera nevndur, og hesin greiðir frá, hvussu viðkomandi upplivdi dagarnar, tá alt var í einari stórari óvissu. 

 

Í Ilulissat búgva umleið 4800 fólk, og tey flestu kenna hvønn annan. Tí kendist tað, sum ein lætti hjá mongum, tá løgreglan nakrar dagar eftir, at fyrstu líkrestirnar vórðu funnar við ruskbrenningina, framdi handtøkur í einum húsum í býnum.

 

Sermitsiaq setir eisini spurningin, um drápsmálið nakrantíð hevði verið avdúkað, um starvsfólkið í ruskbrenningini ikki av tilvild fann leivdirnar av einum fyribeindum manni, sum drápsmaðurin hevði beint til brenningar.

 

- Um leivdirnar ikki vórðu funnar, er tað ein spurningur, um drápsmaðurin hevði megnað at krógvað sína brotsgerð, skrivar Sermitsiaq.

 

- Eg upplivdi fleiri ferðir at síggja fólk, eg kendi, sum eg ikki hevði sæð leingi - og so visti eg, at tað var kki hesin, sum varð dripin, sigur ein borgari í Ilulissat.