IMF lænir pengar frá Noregi

Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur biðið norsku stjórnina um lán, og stjórnin hevur játtað at læna grunninum 55 milliardir norskar krónur.

-Vit gera hetta, tí tað tænir norskum áhugamálum, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, við fjølmiðlarnar á sínum hálvárliga tíðindafundi. Á fundinum brúkti hann nógv tíð til at ávara um, at framtíðarútlitini boða frá ófriðarligum búskaparviðurskiftum.

-Spurningurin er ikki, um tann evropeiska fíggjarkreppan fer at ávirka okkum, men hvussu hon fer at ávirka okkum, segði norski forsætisráðharrin.