IMF viðger íslendska lánið mikudagin

Tað er tó ikki vist, at endalig avgerð verður tikin til íslendsku umsóknina tá Stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, segði í gjár, at nevndin í grunninum fer at umrøða íslendsku lánsumsóknina á fundi, sum verður mikudagin.

Íslendska stjórnin hevur søkt IMF um tvær milliardir dollarar í láni, men grunnurin hevur drálað við at ganga umsóknini á møti.

IMF-stjórin segði í gjár, at tað er ikki vist, at grunnurin fer at taka avgerð á fundinum mikudagin. Tað kann henda, at leiðslan skal hava fleiri samráðingar við íslendsku stjórnina, segði hann.

Sambært íslendskum fjølmiðlum eru tað serliga bretar og niðurlendingar, sum hava seinkað IMF at taka avgerð um lán til Íslands.