Ímyndið tykkum um Tórshavnar kommuna kundi leigað tí ungu parinum, tí nýggju familjuni, tí einligu mammuni ella pápanum eina leiguíbúð ella selt teimum eina lutaíbúð fyri umleið 1 mió kr ella leiga tí lesandi eina kollegiiuíbúð.
Ímyndið tykkum øll tey, sum so høvdu valt Føroyar til og enntá Tórshavnar kommunu til.
Hetta eru fólk, sum vit hava tørv á seta búgv her; vit hava brúk fyri, at tey eru her. Samfelagið hevur tørv á teimum, arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri teimum.
Tey eru arbeiðssom, kreativ og dugnalig. Eisini tí skulu vit geva teimum møguleika at velja eitt heim, sum tey verða góð við og hava ráð at rinda.
Tey, sum nú hava truplast við at fáa tak yvir høvdið í dag, eru tey, sum fyri fyrstu ferð koma inn á bústaðarmarknaðin. Tá hesi nú ongi hús hava at selja, fyri at keypa sær eitt nýtt hús, so eru tey beinleiðis útihýst frá bústaðarmarknaðinum.
Her má kommunan bróta upp úr nýggjum og koma við alternativum íbúðum. Íbúðarbygningum, sum liva upp til nútíðarbyggilist, har trivnaður er settur í hásæti og har vanliga fólkið hevur ráð at búgva.
Annita á Fríðriksmørk