In Memory Of Turið Sólbjørg Olsen

F 06/8-89 D 16/8-08

Í 8 ár hevur tú verið ein stórur partur av mínum lívi. Eg eri sloppin at verða “eyka babba” hjá tær og hettar hava verið míni bestu ár.

Í 19 ár og 10 dagar vart tú eitt knúta punkt fyri mammu og babba. Við tínari gleði og stóru smílum, sum tú sendi okkum hvønn dag, sjálvt um kroppur tín ikki vildi listra teg,vart tú altíð glað.

Minnist fyrstu ferð eg sá teg, hvussu glað tú vart. Títt pena langa krúlluta hár, tíni djúpu bláðu eygu og títt deiliga smíl. Eg hugsaði, hví havi eg ikki set størri prís uppá mítt lív? eg kundi so nógv meira enn tú likamliga.

Alt hevur eina meining her í lívinum, tí lagnan gjørdi tað so, at vit fingu nøkur super góð ár samman her á foldum.

Eg minnist í fystani, tá tú kom at vitja hjá okkum í weekend, hvussu tú flenti tá vit bóru teg inn. Tú og mamma gjørdu pannukøkur og ís sum tú elskaði at fáa. Eg minnist tá vit fóru út at trilla ella biltúr. Tá strálaði tú altíð sum ein sól, og ikki minst allar fótbóltsdystirnir við Liverpool, tennis og so musikkin vit hugdu eftir á MTV, har vit bæði spældu luftguitar, trummir og sungu við. Ja nógvar góðar løtur eru, sum renna fram fyri meg, nú vit sigla inn við fullari ferð, fyri at siga tær tað seinasta farvæl.

Vit hava so ofta siti og hugna okkum samman í stovuni, men sum allir tan-áringar, bleiv tú eisini knappliga vaksin, og tímdi ikki so væl at sita og hyggja eftir tíð sum eg hugdi eftir. Nú vildi tú heldur tað sum stuðlanir gjørdu samman við tær. Jú tú vart blivin vaksin og tímdi betur FRIENDS, The Nanny og hvat alt eitur, og ikki at gloyma møtir og allar konsertirnar sum tær fóru til við tær. Tað er bara stuðlunum at takka fyri.

Eg veit gott at tú hevur tað nógv betur har uppi í himlinum, samman við øllum tínum vinfólkum, sum vit ongantíð fingu forklára tær, hví tey bara blivu vekk. Myndina av tær og Búgva á Hotel Tórshavn gloymi eg ongantíð. Hvussu góð tvey kunnu vera við hvønn annan, við himmalvendum eygum,smílum og ongum orðum, vísti tit okkum.

Eg tosaði við mammu tína í gjár, Hon segði, tú vart sum ein sól, tá tú vart uppi til døgurða. Tú skuldi í weekend hjá babba, Oddny og tínum deiligu systrum, sum eisini elskaðu teg yvir alt. Tú vart altíð so glað fyri at fara til Kollafjørð í weekend hjá babba.

Hesar seinastu tímanar, havi eg hugsa nógv um teg góða. Eitt sum allatíð vendur aftur, er at tú hevur tað gott nú. Ert sloppin heim til Jesuspápa og ikki skalt stríðast við likami, sum ikki vildi tað, sum tú vildi. Nú kanst tú renna, dansa og syngja saman við tínum vinum.

Eg vildi so fegin fingið fleiri ár samman við tær afturat. Men títt tímaglas er runni út.

Eg veit gott at ein dag møtast vit aftur góða. Vit skulla verða ein stórur flokkur av glaðum fólkum, saman heima hjá Guði, og inntil tá fara eg at sakna teg og leingjast eftir tær, men eg veit at Harrin fer at hjálpa mær.


Sail on silvergirl, Sail on by.

Your time has come to shine.

All your dreams are on their way.

See how they shine.

If you need a friend

Im sailing right behind.



Hervið lýsið eg frið yvir minni um mína elskaðu Turið


Jonhard