Fríggjadagin 10. december klokkan 17.00 letur nýggj matstova upp í bygdarhúsinum í Miðvági. Tað er indiski Arita Nandy, sum fer at borðreiða við indiskum rættum.
Aritra sum saman við familjuni hevur búð í Føroyum nøkur ár, sigur, at hann fer at royna at hava eina sonevnda vikuskiftis matstovu í bygdarhúsinum í Miðvági. Sjálvur fer hann at reka matstovuna saman við konuni Srikanya. Tey búgva í Havn, har hann arbeiðir í pakkhúsinum hjá Smyril Line nakrar tímar um vikuna, umframt at hann arbeiðir á bilverkstaðnum í Sandavági nakrar tímar.
Hugskotið við indiskari matstovu er ikki nýtt, sigur hann. At tað verður latið upp í Miðvági, kemst av, at her eru egnað høli tøk.
Fyribils verður opið nøkur vikuskifti fyri líkasum at vita, hvussu áhugin er, sigur Aritra. Restaurant Apurba, sum matstovan fer at eita, verður opin fríggjakvøld og leygarkvøld frá klokkan 17.00 til klokkan 23.00. Umframt at virka sum vanlig matstova, har fólk koma inn at fáa sær, verður eisini møguleiki at keypa sær mat heim við.
Matskráin verður indisk, sum mong seta í samband við kryddraðan mat. Og tað verður matskráin í Miðvági eisini, sigur Aritra.
?Spicy, but not hot, sigur hann og leggur afturat, at eisini beiggi hansara, Asish, sum arbeiðir í Kaldbak, fer at koma vestur av og á at standa í køkinum í bygdarhúsinum í Miðvági.