Indiska frábrigdið staðfest í 44 londum

Frábrigdini úr India, Bretlandi, Brasilia og Suðurafrika verða mett at vera vandamiklari enn upprunaliga koronu-virusið.

 

 

Heimsheilsustovnurin WHO veit at siga, at indiska frábrigdið við koronu, sum smittar sera illa, er funnið í tilsamans 44 londum kring allan heim. B.1617, sum indiska frábrigdið verður rópt, er funnið í tilsamans 4500 royndum í 44 londum.

 

Fyrr í hesi vikuni gjørdi Heimsheilsustovnurin vart við, at orsøk er til stúran fyri indiska frábrigdinum, sum verður mett í sama bólki sum eitt nú bretska, brasilianska og suðurafrikanska frábrigdið.

 

Øll hesi frábrigdi verða mett at vera vandamiklari enn upprunaliga koronu-virusið.

 

Fyribils bendir mangt á, at B.1617-frábrigdið er meira mótstøðuført yvirfyri viðgerðum - og at tað er ivasamt, hvussu virkin verandi koppseting er mótvegis hesum virus, skrivar tíðindastovan NTB.