Infantino vil hava HM-endaspæl við 48 liðum

Nýggi FIFA-forsetin er komin við einum kollveltandi uppskoti um framtíðar HM-endaspøl í fótbólti

Nýggi FIFA-forsetin, Gianni Infantino ætlar at fremja eina sanna kollvelting, tá talan er um framtíðar HM-endaspøl í fótbólti.

 

Gianni Infantino ætlar, at talið av luttakarum til eitt HM-endaspæl skal økjast úr 32 liðum uppí 48 lið. Tað verður tó skorið eftir einum heilt serligum leisti, har 16 play-off dystir skulu verða í HM-vertslandinum áðrenn bólkaspælið byrjar.  

 

Gianni Infantino ætlar, at 16 tey fremstu londini skulu verða tryggjaði eitt pláss í HM-endaspælinum. 32 onnur lond skulu møta í HM-vertslandinum og sleppa at verða partur av HM-stemninginum og skulu spæla um hvørji 16 av teimum 32 liðunum skulu manna HM-endaspælið saman við teimum 16 fremstu londunum. Eftir tað verður talan um eitt vanligt HM-endaspæl við 32 liðum. 

 

Um ætlanina sigur Gianni Infantino: - Hetta fer at merkja, at vit fara at hava eitt vanligt HM-endaspæl við 32 liðum, men heili 48 lið sleppa við til veitsluna. Ætlanin hjá FIFA er at menna fótbóltin í øllum heiminum, og HM endaspælið er tað størsta tiltakið, sum finst. HM-endaspælið er meir enn bara ein kapping. Tað er ein sosial hending, sigur Gianni Infantino við enska blaðið "The Telegraph".

 

Hvat ár Gianni Infantino ætlar, at hendan broytingin skal fremjast hevur hann ikki meldað út. Leiðslan í FIFA fer nú at meta um uppskotið hjá FIFA-forsetanum, og fer at koma við einari avgerð aftaná nýggjár um hvørt HM-endaspælið skal broytast.