Ingálvur var miðdepulin

Hann kendi onga trongd til at troka seg fram, men kortini var tað so sjálvsagt, at Ingálvur var í miðdeplinum, og at hini lurtaðu eftir og sótu undir, tá ið Ingálvur, sum hevði so nógvar royndir og dugdi so væl at siga frá, var millum onnur

AMARIEL UM INGÁLV

Amariel Norðoy er ein teirra, sum tey seinastu mongu árini hevur havt nógv við Ingálv av Reyni at gera. Amariel er á veg til Róm, har hann í desember saman við konuni fer at halda til í Det skandinaviske hus. Hann var í Keypmannahavn, tá ið hann í vikuskiftinum fekk deyðsboðini av Ingálvi av Reyni.
- Tað verður stórt tómrúm eftir hann og saknur í honum. Eg fari at minnast Ingálv sum vinmann, slóðbrótara og vegleiðara, sigur Amariel Norðoy, sum var við til at leggja bókina um Ingálv av Reyni til rættis, og sum ofta hevur sýnt fram saman við Ingálvi, og sum hevur skipað fyri framsýningum, har Ingálvur hevur tikið lut.
- Tá ið eg sum unglingi norðuri í Klaksvík stetlaði míni fyrstu fet á listarligu leiðini, var tað stórhending, at Ingálvur kom norður at sýna fram. Tá ið Listarskálin var nýggjur, var eg í Havnini og hugdi at framsýning, og tá prátaði eg við Ingálv. Tað var so typiskt fyri hann, at eingin var ov ungur og lítil at práta við. Eg minnist væl framsýningina í 1970, sum hann hevði á bókasavninum, sum tá var í hølunum, ið nú hýsa sjómansskúlanum í Klaksvík. Í 1974 skipaðu vit fyri framsýning í Ósáskúlanum. Tá var hann saman við eitt nú Hans Jákup Glerfoss, Bent Restorff og Fritjof Joensen, og Olivur við Neyst og eg og onkrir aðrir fingu høvi at sýna fram saman við hesum stóru listarmonnunum. Tað kendist at vera heilt fantastiskt, minnist Amariel aftur á.
Nær hitti tú hann fyrstu ferð?
- Eg plagdi onkuntíð at siga við hann, at tað fyrsta, sum eg mintist til hansara, var, tá ið hann saman við Andrew Sloan, Osvaldi Kjærbo og Peturi Háberg hevði barnamøtir í Betesda. Eg minnist, at vit dreingir hildu, at hesin maðurin sang so undarliga! Tá ið vit fluttu til Havnar at búgva, lærdi eg hann at kenna. Eg minnist eina ferðina, eg tókst við ein málning inni í íbúðini hjá okkum, at Ingálvur kom á gátt. Eg var ikki nøgdur við litin á takinum á kirkjuni í Mikladali. Tá lærdi hann meg at blanda serligan reyðan lit, sum eg síðani havi nevnt kirkjutakslit. Hann blandaði hann á einari svávuldós. Málningin eigi eg framvegis.

Miðdepul og íblásari
Amariel gekk á Akademinum saman við Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Olivuri við Neyst og Eyðuni av Reyni.
- Ingálvur ferðaðist nógv. Tá ið hann var í Keypmannahavn, plagdi hann at vitja okkum á akademinum. Hann uppmuntraði meg at søkja á Akademiið, og hann var við til at geva mær listarligt lív. Tað var stórur íblástur fyri okkum, tá ið hann vitjaði. Ingálvur var jú kendur og virdur í listarliga umhvørvinum í Danmark. Onkrar av lærarunum hevði hann sjálvur gingið saman við á akademinum. Hann vegleiddi okkum, og tað dugdi hann framúr væl. Tað var ongantíð við peikifingrinum á lofti. Heldur lyfti hann okkum upp.
Tú hevur havt nógv við hann at gera sum listarmaður?
- Vit í hesum høpinum hava í mong ár kent tað sum stóran forrætt, at vit hava havt Ingálv og Janus Kamban, sum vit framvegis hava millum okkara. Teir hava havt so nógv at siga okkum og at oysa av. Øll vita, at Ingálvur á ongan hátt og ongantíð hevur kent trongd til at føra seg fram. Men tá ið hann var saman við okkum, so gjørdist hann beinanvegin miðdepulin, og vit savnaðust kring hann. Hann var jú fínur eygleiðari og framúr frásøgumaður og eisini sera skemtingarsamur og álvarssamur alt í senn.
Hvat heldur tú um hann sum listarmann?
- Eg hoyrdi Gunnar Hoydal siga í Útvarpinum, at Ingálvur er størsti listarmaðurin, sum vit hava átt, og eg kann ikki annað enn í nógvum at vera samdur við honum. Ingálvur taldist millum teir stóru úti í heimi. At hann ikki er meiri víða kendur, enn hann er, kemst av, at hann so at siga hevur staðið í vegin fyri sær sjálvum. Hann var so at siga eirindarleysur við seg sjálvan. Harafturat kunnu vit siga, at tað var harmuligt, at hann ikki hevði ein professionellan manegara, sum førdi hann fram, og sum tað nú á døgum verður lagdur so stórur dentur á. Men eingin ivi er um, Ingálvur taldist millum teir størstu. Tað eru tað eisini mong, sum uttanfyri landoddarnar taka undir við. Eg minnist stóru afturlítandi framsýningina, sum hann hevði í Randers fyri nøkrum árum síðani. Sonurin og eg fóru úr Keypmannahavn og yvir at síggja framsýningina. Á veg yvir steðgaðu vit í Århus, har vit vitjaðu framsýning hjá kendum og góðum donskum málara. Hóast hesin var góður og kendur málari, so kendist framsýningin hjá Ingálvi heilt øðrvísi sterk og góð. Tað segði eg eisini við Ingálv.
Og Amariel heldur fram:
- Hann málaði ikki fyri at fáa vinning burturúr. Hann leitaði, og hann tráddi nýggjar leiðir, sum tað ivaleyst var tungt og torført at fáa hini at fylgja við inn á. Men Ingálvur var trúgvur yvirfyri listini, og tíbetur eydnaðist tað honum at fáa onnur við sær.
Tit skipaðu fyri framsýningum saman?
- Tað var nakað heilt serligt at arbeiða saman við honum, tá ið framsýningar stóðu fyri durum. Tað kendist sum sannar høgtíðsløtur at heingja upp saman við honum. Hann vegleiddi og uppmuntraði okkum aðrar, og samstundis var hann ikki nøgdur við síni egnu verk. Eg minnist eina ferð, vit vóru í Danmark, at hann gjørdi upp við seg sjálvan, at ein málningur var ikki nóg góður, og at hann noyddist at taka hann heimaftur við at mála umaftur. Tá so at siga tók Elsa ræðið av honum. Talan var um fínan málning, sum varð seldur, og sum hevur verið til stóra gleði.
Og Amariel Norðoy hevur nógv at siga:
- Ingálvur var so fjølbroyttur. Hann er jú kendur sum sangari, og honum dámdi væl tónleik. Serliga livandi stendur fyri mær ein fyrrapart, vit í sambandi við framsýning vóru í Listaskálanum. Eg haldi, at tað vóru Olivur, Tórbjørn og eg, sum sýndu fram. Ívar Iversen var komin inn á gólvið og so Ingálvur. Brádliga setti hann seg við flyglið og spældi vakurt klassiskt stykki. Tað var tøgn sum í grøvini, og vit tóku allir løtuna til okkara. So reisti hann seg aftur og helt fyri, at tað var langt síðani, at hann hevði spælt hatta stykkið.
Nær var besta tíðarskeiðið hjá honum?
- Tað eru tað ivaleyst ymsar meiningar um. Eg haldi, at hann helt støðið alla tíðina. Tak eitt nú málningin, sum stendur á síðu 177 í bókini um Ingálv. Hann er málaður í 2000, og talan er um framúr listarverk.
Á veg til Róm er skoðsmálið frá Amarieli til vinmannin og vegleiðaran, sum nú stendur undir børu, hetta:
- Ingávlur var tann, sum hann var. Hann var ektaður, og hann lýsti av Guds trúnni. Tað var ikki bara nakað, sum hann segði. Lívið var avgjørt í tráð við tað, sum hann segði seg standa fyri. Hann var eisini framúr trúgvur. Hann skrivaði nógv brøv. Eisini til teirra, sum skrivaðu ummæli um framsýningarnar hjá honum. Og altíð var hann hampiligur. Eisini tá ið hann kanska hevði kent seg hava fingið minni gott ummæli. Hann dugdi so ógvuliga væl at venda tí, sum hann vildi siga, á ein positivan og konstruktivan hátt. Hann elskaði sína konu og síni børn, og hann helt nógv av okkum øllum. Soleiðis fari eg at minnast Ingálv av Reyni, sigur Amariel Norðoy.