Inga Poulsen Dam setast embætið

Næsta sunnudag - hin 30. september - verður Inga Poulsen Dam, sóknarprestur, sett í embætið í Vága prestagjaldi.

Inga hevur verið sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi í 12 ár við tænastuskyldu í Vága prestagjaldi. Nú verður hon burturav sóknarprestur í Vágunum við bústaði í Miðvági.

Tað verður dómprósturin, Uni Næs, sum setir Ingu Poulsen Dam í embætið, tá gudstænasta verður í Miðvágs kirkju sunnudagin klokkan 11.