##med2##
Fyri aðru ferð í ár endaði tað javnt millum ÍF og TB í Fløtugerði í Fuglafirði. Í dag endaði tað 1-1. Eirikur Ellendersen legði TB á odda tá 26 minuttir vóru farnir. Gundur Ellingsgaard Petersen javnaði fyri ÍF 13 minuttir seinni. Tíverri fyri ÍF mátti Gundur fara út við skaða lítlu løtu seinni. Tíðliga í fyrra hálvleiki fór Ken Fagerberg hjá TB av vøllinum við skaða.
Bæði høvuðsvenjarin hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason hjá TB halda, at teirra lið hevði sigurin uppibornan.
Poul Ingason heldur avgjørdur, at TB fekk tvey mál kolldømd av órøttum.
Hans Jørgen Djurhuus heldur, at hansara menn høvdu nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á TB í dag. Hann kann tó ugga seg við, at ÍF er eitt stig nærri níggjunda plássinum sum allarhelst merkir bjarging í deildini.