Ingeborg farin undir sína seinastu vakt

Um vikuskiftið varð Ingeborg Vinther afturvald til forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, men hon gjørdi púra greitt, at hetta er seinastu ferð, at hon stillar upp

Ingeborg Vinther fer nú undir sítt seinasta skeið, sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Tað er greitt, eftir aðalfundin í felagnum um vikuskiftið.

Um vikuskiftið hevur Føroya Arbeiðarafelag havt aðalfund og har var hon afturvald til forkvinnu við fullari undirtøku.

Men eftir valið takkaði hon fyri álitið og gjørdi samstundis greitt, at hetta er seinastu ferð, at hon stillar upp.

- Tá ið hetta valskeiðið er lokið, fari eg at taka meg úr øllum fakfelagsarbeiði, ortaldi Ingeborg Vinther fundarfólkinum.

Hvørt valskeið er tvey ár og sostatt er tað greitt, at á vári 2011 skal Føroya Arbeiðarafelag hava nýggjan formann.

Annars vóru Karla Einarsson og Jógvan Páll Johansen afturvald í nevndina. Seinast nevndi var eykalimur, men tók sæti í nevndini sum fastur limur herfyri, eftir at Tummas Juul Festirstein segði seg frá.

Hinir nevndarlimirnir eru Georg Hansen, næstformaður, Sunrid Vang Margretha Rasmussen og Agnar Olsen.

Fyrsti tiltakslimur er Elin Sørensen og annar tiltakslimur er Maud Túgvustein og triði tiltakslimur er Christian Joensen.


Tíð at gevast

Ingeborg Vinther sigur, at upp undir aðalfundin hesuferð hevði hon leingi hugsað um at leggja frá sær.

Men hon kom kortini til ta niðurstøðu, at hon skuldi bjóða seg fram í eitt valskeið afturat.

- Men hetta verður so heilt avgjørt seinastu ferð, at eg stilli upp til formann í Føroya Arbeiðarafelag.

Tá ið hetta valskeiðið er av um tvey ár, verið eg næstan 66 ár og tá er tíð at gevast, sigur hon.

Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag er akkurát í holt við umfatandi umbyggingar í felagshúsinum í Stoffalág og tí heldur hon, at tað er óheppið, at hon leggur frá sær nú.

Ingeborg Winther bleiv forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á vári í 1980 og hon hevur sostatt staðið á odda fyri landsins størsta arbeiðarafelag í heili 29 ár. Og tá ið hon leggur frá sær um tvey ár, hevur hon verið forkvinna í heili 31 ár.

Men áðrenn hon varð forkvinna, hevði hon verið nevndarlimur í trý ár.