Sosialurin royndi í gjár at fáa eina viðmerking frá Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag og limur í løgtinginum, men hon var ikki at hitta, var sagt av einum heldur avvísandi telefonpassara í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon hevði tó tíð at tosa við útvarpið, og har vísti hon frá sær øllum tosi um arbeiðsrætt. Hon vísti á, at uppskotið var lagt fram av tveimum av høvuðsfíggindunum hjá arbeiðararørsluni, og einasta endamálið við uppskotinum var at knúska arbeiðararørsluna.
Ingeborg segði við útvarpið, at eingin orsøk var at seta á stovn ein arbeiðsrætt, m.a. tí, at arbeiðsósemjur vóru fáar í Føroyum í mun til eitt nú Danmark. Og tær fáu ósemjur, ið vóru, kundu saktans verið avgjørdar í einum víðkaður gerðarrætti.
Undraðist
Útvarpið hevði somuleiðis eina samrøðu við Kristian Magnussen, landsstýrismann í arbeiðaramálum, og hann var meiri at kalla ovfarin av, at uppskotið var lagt fram.
Hann undraðist á, at tveir av samgongutingmonnunum kundu leggja eitt slíkt uppskot fram, uttan at samgongan visti av tí. Somuleiðis undraðist hann á mannagongdina, tí hann metti tað meiri enn løgið, at landsstýrismaðurin í arbeiðaramálum var hildin uttanfyri.
? Eitt slíkt uppskot átti bert at verið lagt fram, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru samdir um tað. Og undir øllum umstøðum átti landsstýrismaðurin í arbeiðaramálum verið uppi í viðgerðini av einum slíkum máli, segði Kristian Magnussen við útvarpið.