Ingeborg og Bjørn- og hin kroniskt illi gásarsteggin

Jenis av Rana, løgtingsmaður
-----

Part av virskriftini havi eg ” lánt ” frá Høgna, einum av okkara frægu útvarpsjournalistum. Í klummu í sosialinum h. 14. mei skrivar hann um grannan, grábøkuta gásasteggjan, sum saman viðbøgu sínari eigur 13 fittar ungar, sum sb. Høgna ” hvør er fittari enn annnar”. Avbera skemtiligt hugleiðir Høgni um steggjan, sum hóast gleði og stoltleika altíð er illur.
Gásasteggin er ikki einsamallur um at vera illur. Í sosialinum mikudagin 9. mei og í Dimmu 14. í sama, leika fakfelagskvinnan Ingeborg og advokaturin Bjørn í. Orsøkin til sinni teirra er m.a. fátæku royndir mínar og annara at forða álopunum á tey arbeiðsleysu. Rossatár, hvæsir Ingeborg, fíggjarligt ábyrgdarloysi eftirapar Bjørn- hvørs agenda tykist vera at verja samstarvsfelaga sín, sum av einihvørjari løgnari orsøk er farin at halda seg hava fingið rætt at gera av, hvat fólkavald løgtingsfólk skulu halda, siga, ætla og gera.
Friður við teimum trimum- og gásasteggjanum. Kenni øll fýra, handan øðina eru álop teirra vandaleys og boða óivað frá samvitskubiti. Loyvi mær tó nakrar fáar rættleiðingar til trý teirra (steggjan lati eg yviraftur til Høgna).

Tá tey, sum skulu verja, svíkja.
Tá stýrið fyri ALS valdi at leggjast á tey arbeiðsleysu, framdu tey, ið tað manna, eftir mínu tykki eina ófatuliga hjaratleysa gerð móti nøkrum av teimum veikastu í føroyska samfelagnum.
”Eg var arbeiðsleysur ein dag, tað var ringasti dagur í lívi mínum”, segði gamal maður, og hann helt fram: ” tað tyktist, sum lívið hevði mist alla meining”. At skerja lønina hjá hesum frammanundan so hart raktu við 5% , misteinkiligera tey við at áseta karensdagar og omaná at áleggja teimum hægri gjald, burdi fingið umboð fakfelaganna at vakna, vart borg og kravt aðrar loysnir- sum heldur ikki tróta.

Skeivar skuldsetingar.
At tosa um at kassin tømist og skuldseta bæði andstøðuna, Jenis og fakfeløg fyri at vera fíggjarliga ábyrgdarleys, tí tey onki alternativ vísa á, er bæði veruleikareinging og óreiðiligt!
Ferð eftir ferð vístu vit á, at bjargingin fyri fjarandi ALS kassan er at økja inntøkurnar. Inntøkur, sum fyrst av øllum eiga at verða skaptar við øktari framleiðslu, og harnæst, um tá neyðugt, við at hækka inngjaldið til ALS, serliga fyri høgu inntøkurnar ( tær yvir kr. 540.000 eru í dag totalt friðaðar, man nakar skilja hví )!
Alt hetta førdu vit ferð eftir ferð fram, í løginginum, í fjølmiðlunum og á fundum, har eisini umboð fyri ALS luttóku- og tað vita tey bæði, Bjørn og Ingeborg, fullvæl! Var hon við til at taka eina skeiva avgerð, hevði virðiligast verið at viðgingið tað, heldur enn at leggjast á onnur! Eitt sindur av sjálvrannsakan skaðir ongan.

Eru tey fólkavaldu ørindadreingir hjá ALS stýrinum?
Ferð eftir ferð verður ført fram, at Løgtingið blint eigur at fylgja ynskjum ALS stýrisins. Hetta er milt sagt arrogant og beinleiðis vandamikið tos! Tey sum manna Løgtingið hava bjóðað seg fram, og eru vald til, at stjórna øllum samfelagnum. Onki øki, heldur ikki ALS ella stýrið tess, er undantikið!
Tann dag løgtingsmenn og kvinnur fara á herferð inn í føroysk heim, í hesum føri við rokningum til tey veikastu, tí at uttanfyristandandi, ikki fólkavald, senda tey, er demokratiið í álvarsligum vanda!
Til eina og hvørja tíð verður tað hin einstaki føringurin, sum, gjøgnum atkvøðu sína og løgtingsumboð sítt, avgerð hvussu landið verður stjórnað. Hesum má sjálvt ” ALS stýrið ” boyggja seg fyri!