Ingeborg Bugge er sett í starv listfrøðingur og Oggi Lamhauge sum listmiðlari 1. september setti Listasavn Føroya Ingeborg Bugge, listfrøðing í starv. Ingeborg Bugge hevur holla listfrøðiliga vitan og hevur í fleiri ár undirvíst í listasøgu við Aarhus Universitet. Hon hevur góðar royndir í at kuratera framsýningar og hildið nógvar fyrilestrar, umframt at hon hevur skrivað fleiri listasøguligar bøkur, greinir og framsýningarbøkur. Hon er í holt við Ph.d ritgerð við Aarhus Universitet.
Listasavn Føroya setti Oggi Lamhauge í starv sum listmiðlara við serligum atliti at miðling fyri børn. Oggi Lamhauge er útbúgvin námsfrøðingur umframt útbúgvin listgrafikari við lærda háskúlan í Íslandi. Hann hevur gjørt hópin av serprentum fyri stovnar og virkir, og kendasta verkið er altartalvan í Hattarvíkar kirkju frá 2001. Oggi Lamhauge hevur fjølbroyttar royndir bæði sum námsfrøðingur og at undirvísa yngri sum eldri í grafikki, tekning- og máling.