Ingeborg Vinther:Grovt at lønarhækkingin nú skal takast frá okkum aftur

?Fakfeløgini fara ikki at finna seg, at fyrsta lønarhækkingin í 10 ár, verður tikin frá okkum aftur

?Hesum fara vit ikki at finna okkum í.

Ingeborg Vinter, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, mótmælir uppá tað harðasta øllum tosi um at seta búskaparlig tiltøk í verk fyri at køla føroyska búskapin niður.

Seinastu dagarnir hava vit fleiri ferðir hoyrt, at ferðin á føroyska búskapinum er blivin nakað nógv og at tað er neyugt at tálma gongdini, so at hann ikki hitnar ov nógv.

Men hesum mótmælir forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag upp á tað allar harðasta.

? Føroyska verkafólkið hevur onki at taka av. Tímalønin er beint omanfyri 80 krónur, í londunum rundanum okkum er hon yvir 100 krónur.

Men eitt er tímalønin, eitt annað er, hvussu nógvar tímar, verkafólk sleppa til arbeiðis. Og tað vita øll, at ikki minst í fiskivinnuni á landi, men eisini aðrastaðni, er talan um sera óstøðugt arbeiði, so tey eru fá, sum hava fulla ársinntøku.

Annars heldur Ingeborg Vinther, at tað er toppmált, og ikki sørt provokerandi, at fara at tosa um at seta búskaprlig tiltøk í verk nú.

? Tað eru ikki meiri enn tveir mánaðir síðani, at vit fingu tað fyrstu lønarhækkingina øll kreppuárini.

? Hækkingin var millum 7-10%, men tað er verri enn so nokk til at koma uppaftur á sama støðið, sum lønirnar vóru á fyri kreppuna.

? Skuldu vit havt fingið alt tað, sum tann tøka lønin er fallin hesi kreppuárini, skuldi talan verðið um eina lønarhækking uppá eini 28%.

?So her er onki at taka av, heldur ikki til uppsparing.

? Men møguliga er okkurt at taka av hjá teimum, sum góvu sær sjálvum eina lønarhækking upp á 60%, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur tí, at hon tekur yvirhøvur ikki undir við, at búskaparlig verða sett í verk ímóti vanliga løntakaranum.

Ingeborg Vinther sigur, at tað er beinleiðis grovt at tosa um búskaparlig tiltøk, so at lønarhækkingin verður tikin innaftur.

? Hetta fara fakfeløgini ikki at finna seg í, og Karsten Hansen skal vera vísur í at fáa eitt aftursvar frá okkum, sigur hon.

Men, hvat fakfeløgini fara at gera, ella, hvat aftursvarið verður, fer tíðin at vísa.

? So skjótt, tað liggur fyri, fara vit at hava fund í sjeymannabólkinum at tosa um støðuna, tí vit fara ikki at finna okkum í, at tosað verður um tiltøk, bara tí, at vit hava fingið nøkur oyru uppá lønina

Er tú ikki samd í, at ferðin á búskapinum er ov nógv?

? So skuldi tey heldur ansa eftir almennu íløgunum, so at ikki allar almennar íløgur verða gjørdar, samstundis sum privatar íløgu verða gjørdar. Og tað er ikki hissini íløgur, sum tað almenna ætlar sær undir næstu árini.

Ingeborg Vinther heldur eisini, at Fíggjarmálaráðharrin skuldi heldur eisini farið at kanna prísvøksturin seinastu tíðina, síðani lønarhækkingini kom í gildi.

? Alt er dýrkað, enntá breyðið, hóast handverkarar ikki fingu lønarhækking.