##med2##
Hoyri Thomas Rørdam, dómara í Ríkisrættinum, lesa dómin.
Ríkisrætturin hevur dømt Inger Støjberg, fyrrverandi útlendinga- og integratiónsráðfrú, í 60 daga fongsul í málinum um at skilja sundur asylpør. Hon handlaði við vilja – altso tilvitað.
Revsingin er treytaleys. Tað merkir, at hon skal sita dómin.
Avgerðin er júst lisin upp í Ríkisrættinum av formanninum, Thomas Rørdam, í Eigtveds Pakkhúsi í Keypmannahavn, har yvir 30 rættarfundir hava verið.
Tað var ein meiriluti í Fólkatinginum, sum í februar gjørdi av at senda Inger Støjberg fyri tað bara sætta ríkisrættarmálið í søguni. Tveir ákærar, Anne Birgitte Gammeljord og Jon Lauritzen, hava ført málið vegna Fólkatingið.
Í málinum varð Inger Støjberg ákærd fyri at hava ábyrgdina fyri, at tað í 2016 varð sett í verk ein skipan, har asylpør, har minst annar var undir lógaraldur, vórðu skild sundur. Í stríð við lógina.
Dómurin kann ikki kærast.
/ritzau/
##med3##
##med4##