Fótbóltur
Boðini, sum Ingi Højsted fekk frá læknanum seinnapartin í gjár, vóru lítið hugalig. Lækni kannaði knæið, sum Ingi fekk skaða í undir dystinum ímóti HB síðsta mikukvøld, og boðini vóru, at krossbandið í høgra knæið er slitið.
- Hetta er ein katastrofa fyri meg. Eg ætlaði mær uttanlands at spæla aftur í summar, og eg hevði eitt felag í bakhondini, men nú verður tað av ongum. Hetta var forferdiligt, sigur Ingi Højsted.
Fyri nøkrum árum síðani kundi einn krossbandskaði gera av við yrkisleiðina hjá einum fótbóltsspælara, men læknavísindin er ment síðani tá, og nú koma fótbóltsspælarar vanliga heilt fyri seg aftur. Stóri trupulleikin er bara, at ein slíkur skaði tekur langa tíð at fáa burtur.
- Vanliga verður sagt, at tað tekur millum 9 mánaðir og eitt ár at koma fyri seg aftur, so hetta er ein dyggur smeitur fyri meg, sigur Ingi Højsted.
Óheppin
Ingi Højsted er eitt av sterkastu kortunum í føroyskum fótbólti. Hann fór blaðungur til Arsenal at spæla, og har fekk hann bestu fótbóltsfrálæru, sum ein ungur fótbóltsspælari kann fáa. Síðani kom hann heimaftur til B36 at spæla í fjør, og har var hann profilur á meistaraliðnum.
Fyrru hálvu av hesum árinum spædi Ingi í enska stórfelagnum Birmingham City, men har ikki eftir vild, og sáttmálin millum partarnar varð sagdur úr gildi.
Síðani hevur Ingi leitað eftir nýggjum felag, og einki er at ivast í, at leitað hevur verið fyrst og fremst uttanlands. Hesa tíðina kunnu feløg ikki fáa sær nýggjar spælarar, men í summar letur sokallaða tranfer-vindeygað uppaftur, og tá kann Ingi gera nýggjan sáttmála.
Meðan bíðað verður eftir hesum, er Ingi komin heim at spæla við barndómsfelagnum B36, og sambært Inga sjálvum var eitt felag mest sum klárt at taka ímóti honum í summar. Nú verður hetta av ongum.
Endaliga staðfestingin
Tað var í dystinum ímóti HB síðst mikukvøld, at Ingi Højsted var borin av vøllinum tíðiliga í dystinum. Síðani hevur verið stúrt fyri tí ringasta - nevniliga einum krossbandskaða - og tað, sum ikki skuldi henda, er hent.
- Læknin segði, at hann kann ikki siga við fullari vissu, at krossbandið er slitið, tí knæið er so hovið enn, men hann helt, at eingin ivi var um tað. Týsdagin í næstu viku kemur ein danskur lækni til Føroya at arbeiða, og hann kennir slíkar skaðar. Hann skal kanna knæið hjá mær og gera endaliga staðfestingina, men vónin fyri, at krossbandið ikki er slitið, er so at siga eingin, sigur Ingi Højsted.
- Hetta eru ring boð at fáa, men eg gevi ikki upp. Eg ælti mær at stríða meg aftur, sjálvt um hetta fer at taka langa tíð, sigur hann.