Ingi í kríggj við reyðu tølini

Fremsta uppgávan hjá nýggja ábyrgdarblaðstjóranum á Dimmalætting verður at steðga afturgongdini í upplagnum hjá blaðnum

- Vit hava eina gott blað, men vit skulu duga betri at selja tað.

Tað sigur Ingi Samuelsen, sum í gjár hevði seinasta arbeiðsdag sín sum tíðindaleiðari á Dimmalætting. Tá hann kemur aftur til arbeiðis eftir nýggjárið, verður hann ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum.

Fremsta uppgávan, sum hann hevur fingið frá nevndini fyri Dimmalæting, er at fáa undirskotið seinastu árini til avlop.

- Vit hava mist haldarar, men høvdu roknað við, at leysasølan fór at vaksa afturfyri, men tað hevur ikki víst seg at vera soleiðis. Bløð kring alt Europa hava tað trupult í hesum døgum, og okkara uppgáva verður at venda skeivu gongdini, sigur Ingi Samuelsen.


Ynskti at fara frá

Georg L. Petersen gjørdist í 1995 tíðindablaðstjóri á Dimmalætting, og síðani 1. január í ár hevur hann verið ábyrgdarblaðstjóri.

- Tá tú kennir, at tú ikki longur hevur nakað av geva í einum starvi, er best at siga frá. Eg havi brúkt ómetaliga nógva tíð á blaðnum síðani 1995, men eg havi ikki verið nøgdur við mítt avrik, og tí havi eg ynskt at sleppa úr starvinum. Eg havi eisini familju at hugsa um, og tey hava avgjørt havt nógv at siga í hesi avgerð, sigur Georg L. Petersen.

Hann heldur tó fram á blaðnum, og hann verður nú tíðindaleiðari. Hetta starv hevur Ingi Samuelsen røkt síðani februar mánað.

- Eg haldi, at mín styrki er meira á tí redaktionella økinum heldur enn í umsitingini, og tí passar mær tað væl, at eg nú skal vera tíðindaleiðari, sigur Georg L. Petersen.


Arbeitt niðri

Nýggi stjórin á Dimmalætting er 40 ára gamal. Ingi Samuelsen tók útbúgving sum journalistur á Danmarks Journalisthøjskole í 1990.

Frá 1991 til 2000 arbeiddi hann á donskum dagbløðum, tey seinastu átta árini á Aalborg Stiftstidende. Áðrenn hann fór at lesa, arbeiddi hann nøkur ár sum tíðindamaður á Dimmalætting og eitt ár í Útvarpinum.

Ingi flutti heim til Føroya í apríl mánaði í fjør, og síðani hevur hann starvast á Dimmalætting.


Reyðu tølini burtur

Ingi Samuelsen hevur seinasta árið havt dagligu redaktionellu leiðsluna á Dimmalætting, men nú verður tað aðrar uppgávur, sum hann skal loysa.

- Nýggja starvið ger, at eg veri ikki so nógv við í framleiðsluni av sjálvum blaðnum, sum eg havi verið higartil.

- Eg skal royna at fáa tey reyðu tølini í roknskapinum burtur, og tað skal millum annað gerast við eini hugburðsbroyting á redaktiónini, so vit framyvir duga betri at selja blaðið hjá okkum. Vit skulu vísa á, at bløðini kunu bjóða fólki nakað, sum tey ikki kunnu fáa aðrastaðni, sigur Ingi Samuelsen.