Tá Fólkaflokstingmaðurin, Jákup Suni Joensen, á tingfundinum týsdagin bað um farloyvi frá tingarbeiðinum, merkti hetta, at kendi hondbóltsleikarin úr Vestmanna, Ingi Olsen, fyri fyrstu ferð skuldi taka sæti á tingi.
Jákup Suni Joensen bað í skrivi dagfest 5. februar 2000 tingið um at fáa farloyvi úr tingarbeiðinum frá 8. februar, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðurstreymoyar valdømi skuldi taka við sessinum á tingi, meðan hann var burtur.
Næsti maðurin á lista Fólkafloksins í Norðurstreymoyar valdømi var Ingi Olsen, og var tað sostætt hesin, ið tók sæti á tingi fyri Jákup Suna Joensen.
Ingi Olsen fekk til valið í 1998 114 persónligar atkvøður. Jákup Suni Joensen fekk 144 atkvøður. Tann, ið fekk triðj mestar atkvøður á lista Fólkafloksins í Norðurstreymoy var Niels Thomas Pedersen, og fekk hesin 71 atkvøður.
Umframt hondbóltin, starvast Ingi Olsen vanliga sum deildarleiðari fyri deildirnar hjá Føroya Banka í Vestmanna og í Vágum. Ingi Olsen hevur tvær ferðir stillað um til løgtingsval, báðar ferðir á lista Fólkafloksins.