Ingibjørg Berg nýggjur skrivari í Kommunusamskipan Føroya

   

Kommunusamskipan Føroya hevur Ingibjørg Berg í Havn í starvið sum skrivari og samskipari.
Hon tekur við starvinum 1. februar
Ingibjørg Berg er er útbúgvin Cand. Scient Pol., starvast í løtuni á Løgmansskrivstovuni og hevur annars starvsroyndir frá m.a. Fróðskapasetri Føroya, Granskingarráð Føroya, Oljufyrisitigini, Amnesty Iinternational, Føroya Deild og Líkningarráð Føroya.
10 umsóknir vóru til starvið.