Ingibjørg Hansen: Lívið aftaná skaðadagin í Hesti

Í fyrra partinum greiddi Ingibjørg Hansen frá, tá ið hon misti pápan stóra skaðadagin í Hesti í 1919 og um tíðina aftaná. Men lívið heldur áfram, og hesum greiðir Ingibjørg frá í hesum seinna partinum

2. partur

Aftur at rógva út
Í Hesti byrjaðu menn aftur at rógva út aftaná skaðadagin. Tað var einki annað at gera. Tað hevur altíð fiskur verið keyptur í Hesti, men tann, sum tá keypti fisk, man hava verið pápi Jóan Kristian, Poul, sum hevði handil. Fiskurin varð flaktur og saltaður, og hetta gav nakað av arbeiði.
Seinni var tað Hans Jacob Niclasen, sum tók ímóti fiski, og tað gjørdi hansara handil inntil nýggjari tíð. Ræsti fiskurin úr Hesti var jú kendur!
Bjørgini vórðu eisini søkt, men tað burdi tey kanska ikki, tí tey vóru so leys og vandamikil.
Men teir, sum vóru ungir og yvirlivdu skaðadagin, teir fóru í bjørgini. Millum aðrar var Hans David í Fagrastovu ein so óførur bakkamaður. Teir tóku bæði lunda og havhest og eisini annan fugl.
Vit fingu landpart av fugli í mun til ta jørð, vit áttu. Tað sama var, táið teir fóru eftir eggum. Men tað var nú ikki tað stóra, sum hetta gav av sær.
Men táið systur mín Óluva giftist við Johan Zachariassen, og hann lá heima eitt summarið, fingu vit nógvan fugl.

Gott ferðasamband
Tað, eg kann minnast, hevur altíð verið hampuligt samband út í Hest við mjólkabáti. Dúgvan hjá mjólkaforsýningini sigldi tvær ferðir um vikuna úr Havn. Tí lá tað eisini væl fyri at senda mjólk til Havnar.
Men var brúk fyri tí, fekk mamma altíð onkran at føra seg um fjørðin til Velbastaðar. Tað tók bert eina løtu við báti yvirum, og so fór hon til gongu til Havnar. Hetta tók um tveir tímar. Tá var eingin vegur. Vit máttu fara niðan gjøgnum Steinabrekku, hon er tung at ganga. Hetta fýrdu fólk tó ikki fyri tá í tíðini.
Tað var gott samband millum fólk í Hesti og Velbastað. Tað vóru fleiri giftur millum fólk í hesum bygdum.
Tað hevur eisini verið eitt liv­andi samband millum Hest og Havn­ina. Tað vóru jú hestkonur, sum vóru giftar til Havnar og havnar­konur, sum vóru giftar út í Hest.
Omma míni, Poulina, var úr Havn. Pápi og Poli í Dali vóru systkinabørn.
Omma skrivaðist Kjeld sum genta, og tað var vist lang­abbin, sum var ein av hesum konstablun­um, sum komu til Føroyar at arbeiða á skansan­um. Hann var norð­­maður og skrivaðist Jens Kjeld.
Tað var altíð so væl millum hús­ini hjá okkum og hjá Mar­grethu og Sigmund Arge. Hetta hevur verið vegna sama skyld­skapin.
Hetta komst eisini av mostir, Amaliu, sum giftist til Havnar við Nikláa Skála. Tey búðu í sama grannalagi.
Abbi og omma tín, Poli skó­mak­arin og Malla, búðu eisini har, og eg kendi tey. Eg kendi eisini Lisu hjá Pola, mammu tína, sum var nøkur ár eldri enn eg.

Skúlin
Í skúlanum vóru vit umleið 20 børn. Vit vóru tveir klassar. Vit høvdu góðan skúlagang. Tá ið eg fór í skúla bleiv Malvina Clement­sen lærarinna. Hon var so einastand­andi. Hon var ættað úr Húsavík, fødd í 1895. Hon var so lærari øll míni skúlaár.
Maður til systur mína var eldri. Tá ið hann gekk í skúla skiftu lærararnir so ofta. Eina ferð var Poul Titus Samuelsen úr Kirkju­bø lærari. Eina tíð var eisini Bjarnadal har úti.
Malvina var ein deilig lærar­inna, men hon legði nógv á børnini. Vit fingu fyri bæði at lesa og skriva, men vit lærdu eisini nógv. Vit lósu lærubók (katekis­mus), bíbliusøgu, geografi og danmarkssøgu. Mállæru vil eg slett ikki tala um. Tað gekk hon høgt uppí, bæði danska og føroyska mállæru. Seinni fingu vit kirkjusøgu og heimssøgu afturat.
So var eisini eksamin. Prósturin kom út og helt eksamiu. Eisini komu yvirlærarar úr Havn til tað sama.

Samband við Koltur
Vit høvdu nógv samband við Koltur. Lærarinnan átti eina viku av hvørjum mánaða í Koltri. So kundi tað henda, at hon ikki slapp aftur fyri veður. Tá kundu hon vera 14 dagar í Koltri út í eitt. Men fyri tað sluppu vit ikki at taka okkum av løttum í Hesti. Hon gav okkum ríkiligt fyri bæði at lesa og rokna.
Tá eg var ung, vóru Niclas og Karin bóndafólk í Koltri. Ein sonur teirra var kendi bátasmiðurin Niklas í Koltri. Feðgarnir vóru báðir bátasmiðir. Tað búðu eini 24 fólk har úti tá í tíðini.
Tá koltursfólk kom í Hest, vóru tey ofta hjá okkum, tey gistu eisini, tá tørvur var á tí. Teir plagdu eisini at koma í Hest við fiski at avreiða.
Koltursmenn skóru alt sítt torv í Skopun. Tað var nevniliga einki torv í Koltri. Teir máttu tískil føra torvið við báti.Var ivaveður, kundu teir støðga í Hesti eftir líkindum, og fóru so heilt tíðliga avstað.
Hestmenn skóru eisini sítt torv í Skopun til bátarnir gingu burtur í 1919. Torvið í Skopun var so nógv betri. Tað gjørdist verri torv, fólk fingu, tá tey bert skóru í Hesti.
Men nú var so lítið mannfólk eftir at føra ímillum til Skopunar. Tað var ein rættuligur teinur at rógva til Skopunar. Tað var eitt øgiligt stríð, men tað hendi so eing­in vanlukka tað, sum eg veit um.
Tað var nakað misjavnt sum torvið var í Hesti. Tað vóru tey, sum áttu góðar torvheiðar, men hjá okkum var tað vánaligt.
Tá vit systrarnar vuksu til, máttu vit tíðliga hjálpa til í húsi­num. Tað sama var við at vera í torvi. Vit fóru tíðliga á oynna við mammu. Eisini minnist eg, at tá vit komu úr skúla, fóru vit báðar ofta eftir torvi. So tað var nokk so strævið.
Í Hesti veltu tey eisini korn, áðrenn mína tíð. Hetta var úti móti Hælinum. Har var so góður sólargangur.

Konfirmerað og vaksin
Eg bleiv so konfirmerað í Havn á heysti 1929. Tá ið vit skuldu konfirmerast skuldi mamma gera okkum út, eisini við klæðum.
Tað mátti eisini sparast, tá ið tað snúði seg um klæðir. Tað, sum systir mín ikki passaði, varð seymað um til mín. So her fór einki til spillis.
Vit skuldu vera ein mánaða burtur. Vit gingu at lesa hvønn dag í Meinigheitshúsinum. Vit lærdu úr Bíbliuni og Katekismus, og so lærdu vit eisini sálmar.
Hestbørn blivu altíð konfirmer­að í Havn. Vit vóru fýra úr Hesti, tá ið eg varð konfirmerað. Til­­samans vóru vit út við 60 konfir­mantar. Tað var Jacob Dahl, sum konfirmeraði okkum. Hendan mánaðin, eg gekk at lesa, búði eg hjá mostir og Nikláa.
Eg minnist væl fergusiglingina hjá Nikláa. Eg var so ofta í Havn sum barn saman við mammu, tá ið hon var ørindi í Havn. Eg og dóttir hansara Ásu, sum doyði ung, vóru ofta við ferguni hjá Nikláa og beiggja hansara Tom. Tað kundi til dømis vera út á ferðmannaskipið Dronning Alexndrine, sum tá ikki fekk lagt at í Havn. Spurningurin er um nakar annar er á lívi, sum hevur upplivað hesa sigling, sum endaði, tá ið tað kom ein rættulig havn í Havn. Teir báðir vóru so óvanliga góðir brøður, hóast teir vóru so ymiskur. Tom var lættur í sinni, meðan Niklái var meira álvarsamur.
Eg var eisini javnan heima hjá Tom. Eg kendi so væl Hjørdis, dóttir hansara, sum giftist við Alfred Johannesen.
Niklái var tá blivin baptist, meðan konan framvegis var kirkjufólk, men tað var eingin illstøða fyri tað.
Sjúrður hjá Nikláa, systkina­barnið, sum doyði fyri kortum 97 ára gamal, var bert fá ár eldri enn eg. Nanna, systir hansara, og eg eru nærum javngamlar.

Óla Kristian í Skálabúðini mundi blivið Hestmaður
Óla Kristian, sonur Amaliu og Nikláa, gekk í skúla úti í Hesti. Hann fór til Havnar at kon­fir­mer­ast, og hann kom aftur út í Hest. Hann vildi ikki so fegin fara aftir til Havnar, tí hann helt ommu okkara trongja til hjálp. Hann var eisini henni til stóra hjálp, og hann var sum ein sonur fyri hana.
Óla Kristian var eisini til skips. Men hetta dámdu teimum illa í Havn. Óla Kristian róði eisini út saman við hestmonnum. Hann átti bát saman við Johan, sum var giftur við systir míni, og Sivar Kolbjørnsen. Men tá ið Óla Kristian er 20 ár er tað, at foreldrini vildu hava hann at koma aftur til Havnar, so hann kundi gera okkurt annað enn at vera skipsmaður. Men omma hevði einki ímóti tí heldur. Hon visti, hvussu vandamikið sjólívið kundi vera.
Men Óla Kristian var altíð har úti og hjálpti til, tá ið okkurt var, tað skal hann hava. Tá ið Óla Kristian kom til Havnar fór hann at koyra lastbil. Seinni kom hann at hava Skálabúðina, sum børnini hjá honum nú reka.

Johan var kendur Hestmaður
Johan Niclasen gjørdist ein sera kendur hestmaður. Hann var kommmunu­stýrisformaður í 28 ár. Hann útvegaði bygdini svimji­høll og havn. Hann var eisini kendur sum Ísraelsvinur, sum enntá hevði samband við borg­meist­aran í Jerusalem, Teddy Kollek. Johan doyði í 2002. Nøkur ár frammanundan giftist hann við Hermandu, sum er ættað av Sela­trað. Hon býr framvegis í Hesti.
Johan var yngri enn eg, men hann kendi eg eisini væl. Hann var ein nokk so sjáldsamur per­sónur. Hann kundi eisini vera sera stuttligur.
Johan eigur enn eina eina systir í Hesti. Hon er eisini eitt sindur yngri enn eg.
Hans Jacob, pápi Johan, vaks upp í húsinum uppi í Stovu, har pápin í húsinum Jógvan Joensen fórst skaðadagin.
Eg kann nevna, at Jákup Hansen, f. 1881, vaks upp á bóndagarðinum í Kirkjubø. Hann var kendur sum skald tíðliga í hinari øldini.
Eg veit, at samstundis sum Jákup fór til Kirkjubøar, tá fór Hans Jakku út í Hest. Hann var 11 ár og kom av Velbastað. Pápi hansara doyði, og tey vóru so nógv systkin, so børnini fóru ymsa staðni at vera.
Systir Johan segði fyri mær, at tá ið pápi hennara kom út í Hest, tá kom pápi Jákup við honum til Kirkjubøar. Pápi Jákup, Dia í Pætursastovu segði, at hetta vóru tyngstu spor, hann var farin um Reynið, tá hann fór við honum til Kirkjubøar. Kona hansara var deyð, og tí mátti hann lata sonin frá sær. Dia var annars giftur tríggjar ferðir.
Øll í Hesti kendu Jákup Hansen við tí sambandi, sum var millum bygdirnar.
Annars giftist Jákup til Gøtu. Har var hann kallaður Havna Jákup. Hann doyði í 1967.

Á húsarhaldsskúla
Tá ið eg var konfirmerað, fór eg heim aftur til Hest, til eg var 16 ár. Mammu dámdi, at vit skuldu fara burtur eisini at síggja onnur viðurskifti. Men knappliga ein dag sigi eg við mammu, at nú fari eg á húsarhaldsskúla uttan at hugsa um, hvat hetta kostaði henni. Umframt skúlapening skuldi eg eisini hava serlig klæðir. Vit skuldu hava fyrimiddagstoy og eftirmiddagstoy. Eisini skuldu vit hava seingjarklæðir við. Hetta kostaði alt, og tað var jú einki sum æt studningur,
Men mamma segði einki til hetta. Frammanundan hevði Óluva systir verið á háskúlanum, men tá búði hon hjá mostir og hjálpti henni.
Eg var so í tríggjar mánaðir á húsarhaldsskúlanum. Hetta var hjá fr. Nainu Scharlu Nielsen, har tað vóru nógv fólk í húsi, næmingar og onnur.
Tað var Naina, sum eisini tók stig til at seta hvíldarheimið í Havn á stovn, og tað er eisini uppkallað eftir henni. Men longu tá eg var har, livdi hon illa, hon var eisini uppá seg ung, tá ið hon doyði.
Eg vildi eisini sleppa at gera okkurt hondarbeiði. Framvegis hugsaði eg als ikki um, hvat hetta fór at kosta mammu, eg spurdi als ikki um prís. So býtt havi eg verið, og einki sigur hon. Men henni dámdi væl, at eg gjørdi hetta. Eg fór so at brodera myndir og pútur. Eg vevaði ein dúk og gjørdi eisini gardinur og seymaði onkran kjóla.
Men so kemur rokningin, og hon er 75 kr um mánaðin umframt tilfar til hondarbeiðið. So eg hugsaði: ”Hvat nú, nú rokningin er komin.” Eg sigi hetta við mammu, og hon sigur: ”Eina ferð setti eg tær 300 krónur av í sparikassan,” og hon gevur mær bókina. Hon bað meg so fara at gjalda, og so merkiligt var tað, at bert ein króna var eftir í bókini, tá ið goldið var.
Tá var eg aftur heima eina tíð, tí nú hevði systir mín átt fyrsta barnið, og eg hjálpti henni. Hon fekk fimm børn.

Fólkafundurin í Hesti
Eg var eisini í Hesti til tann tiltikna fólkafundin í 1934, sum Petur Háberg skrivar um í sínum Hugbirtingum.
Eg tænti tá í Vestmanna og vildi sleppa aftur til fundin. Hetta var árið, tá ið Nólsoy og Neptun gingu burtur. Tað fórust fleiri vestmenningar við Neptun. Tá merkti eg aftur tann ófrættadám, sum eg mintist aftur frá skaða­degnum í Hesti. Tað var eitt øgiligt skil, og hetta var líka ringt. Tey komu upp um morgnarnar og fóru at hyggja, um teir mundu vera komnir inn. Har vóru eisini menn úr grannalagnum, har eg búði.
Tað var Føroya Ungmannafelag, sum lýsti til fólkafundar sunnu­dagin 10. juni 1934 uppi á oynni í Hesti.
Vituliga vóru fólk har úti spent uppá, hvussu veðrið mundi fara at roynast. Summarið 1934 var sum heilt einki serligt til veður, og leygardagurin tyktist ikki at boða frá nøkrum góðum. Men móti kvøldið tóku tjøldrini at láta so lystiliga, og tað verður tikið sum eitt gott tekn, ein boðan frá góðum veðri.
Tíðliga sunnumorgun vóru menn á fótum, og teir ørkyml­aðust av einum mjørkabakka, sum stóð og hótti. Men hann hvarv, og dagurin gjørdist tann bjartasti og heitasti summardagur, menn vistu at siga frá – ein rættiligur fagnaðardagur. Sólin skein bæði oman og niðan frá morgni til kvølds. Havið stóð við klettin og vindur rørdi seg ikki.
So tað var ikki at undrast á, at fólk í hópatali leitaði sær móti Hestbygd í alskyns førum og úr øllum Føroyum at kalla.
Vit høvdu nógvar gestir hendan dagin. Tað verður hildið, at tey vóru 1.500, sum komu til fólka­fundin. So tað var nógv fólk, sum gekk út og inn. Tað vóru opnar dyr í hvørjum húsi.
Prósturin Jákup Dahl hevði gudstænastu í túninum. Tað var so nógv fólk, at tað var ikki hugsingur um, at tey rúmaðust í kirkjuni, har ætlanin var at hava gudstænastuna. Lærarinnan, Lena av Velbastað, átti eitt orgul. Tað var borið út í tún, og Tummas Nygaard spældi. Hetta var ein høgtíðsstund fyri øll. Ikki minst tí hetta var kanska fyrstu ferð,. at mong høvdu hoyrt eina gudstænastu á móðurmálinum.
Fólkafundurin var uppi á oynni. Richard Long, formaður í Føroya Ungmannafelag, beyð vælkomin. So var sungin sangurin hjá Jóan Petur uppi í Trøð ”So harður er streymur í Føroya firði.”
Fyrsti talari var Louis Zacharias­sen, kendur sum sjálvstýris­politikk­ari. Aftaná hann talaði Edvard Hjalt, kendur fyri at hava skrivað Sands søgu. Síðan var tað Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, sum talaði um móðurmálið.
Høvuðstalarin var skaldið Hans Andreas Djurhuus. Hann talaði um sambandið millum Føroyar og havið. Hann segði m.a.: "Hetta lærir tú til fulnar at kenna, tá ið tú ein summardag kemur til eina føroyska bygd. Hon er sum útdeyð. Hittir tú ein pilt í túninum og spyrt hann eftir pápanum verður aftursvarið: ”Pápi er í Grønlandi”, og verður spurt: ”Hvar er mamma tín?” er svarið ”í fiski” ella ”burtur í torvi”. Tað hendir eisini av og á, at tú einki svar fært, men lítir inn í tvey spyrjandi eygu, ið líðandi vatnast, og tú spyrt ikki aftur, tí tá veitst tú, at pápin er burtur med alla."
Hetta var jú ikki minst galdandi í Hesti.
Petur Háberg, sum eisini var við hendan dagin, skrivar, at ”øll henda mannfjøldin sat sum bundin, tá ið Hans Andreas var liðugur, og tað gekk ein løta, áðrenn hann fekk fólkið at reisast og minnast hinar sjólátnu.”
Eg minnist eisini væl Petur Háberg. Hann var eitt ár eldri enn eg. Hann var sonur Mallu og Pola skómakaran. Hans Jacob Niclasen lærdi annars til skómakara hjá Pola. Tí gjørdist eisini eitt serligt vinarlag millum tey húsini.
So fór fólkið aftur oman í bygdina, har tað var vitjað inn í húsini at siga farvæl. Tað var ein ordiligur høgtíðsdagur.

At tæna hjá Sloan og Heinesen
Síðan fór eg so rættuliga til Havnar, har eg kom at tæna í ymiskum húsum. Tað allarfyrsta plássið, eg hevði, var hjá Ellu og Andrew Sloan. Tey lýstu í bløðunum, og eg søkti.
Eg var so eina tíð hjá teimum, har var gott at vera. Tey bæði vóru sera ymisk. Andrew var tann friðarligi, sum ikki gjørdi so nógv um seg, meðan Ella var tann meira útatvenda. Har vóru børn í húsinum, og har búði eisini ein ógift systir Andew, Anna, so har var nógv fólk í húsi.
So blivu samfelagsmøti, og tá bleiv serliga nógv at gera. Her komu nógvir gestir. Eg minnist Malvinus, beiggja Ellu, sum kom úr Klaksvík og konuna Daniellu. Tey vóru so fitt fólk. Eg plagi at siga, at einastu ferð eg havi fingið drikkipengar, tað var frá Malvinus. Hann gav mær 2 krónur, og hetta var nógv tá.
Tey vóru sera fitt at vera hjá, tað má eg siga.
So var eg eina tíð nokk so leingi hjá Evald Arge. Hann búði har Niels Arge handlaði. Eg fór at passa hana upp. Hon átti trý børn.
Eina tíð var eg hjá Carolinu og Zakarias Heinesen, foreldrunum hjá William. Tey búðu tá í Heine­sens húsi, sum tað enn verður kallað.
Tað var gott at vera alla staðni, har eg var, men tað var so óbe­kvemt. Tey høvdu el, men tað var bara til ljós, ikki nakað til at arbeiða við. Ikki ein­gong hjá Heinesen var eitt elektriskt strúkijarn. Men tá komu primuss­ar, og tað lætti nógv um.
Tey bæði vóru gomul og nokk so ússa­lig tá, og tað var nokk so stræv­ið. Tá var einki, sum æt heima­hjálp, so tað var ein køks­genta, Estrid úr Suðuroy og eg. William kom inn á gólvið við hvørt.
Tað er kent, og tað hevur William eisini greitt frá, at Restorffararnir tosaðu danskt, hóast teir alla sína tíð høvdu búð í Føroyum. Tað var omman, Sofía Helena, sum var uppvaksin í Danmark, so tey høvdu tað frá henni. William tosaði eisini á donskum við foreldrini. Andreas í Vágsbotni og William tosaðu eisini danskt sínamillum.

Mina í Hesti
Tað merktist ikki nógv til kríggið í Hesti. Men har kom eina ferð ein so óalmindiliga stór mina. Eingin visti av henni fyrrenn ein morgun eftir eitt ódnarveður, táið minan hevði lagt seg millum tveir stórar klettar. Tað vóru boð send eftir bretska hervaldinum. Teir komu út og søgdu, at minan kundi altíð bresta. Men tá rýmdi alt fólkið heilt norður í bygdina, til minan var óskaðiliggjørd.

Gift til Gøtu
Eg varð so gift við Óla Jákup Hansen frá Gøtugjógv, Jakku hjá Hans bónda, sum hann varð kallaður. Hann átti eina systir í Havn, Katrina hjá Talis.Ein sonur teirra var Carl, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Jakku hevur vitjað systrina, og tá eru vit komin at kennast.
Jakku var einkjumaður. Hann hevði verið giftur við Thoru, dóttir Sofíu Johonnu og Tummas í Funningsfirði, men hon var deyð í 1943 av tuberklum frá trimum børnum.
Jakku var so keddur av, at børnini vóru so langt burtur. Turid og Árant vóru bæði norðuri í Funningsfirði, og hetta var langt burtur tá í tíðini. Heðin búði hjá ommuni og abbanum, Hans og Biritu.
Annars var tað ikki nakað, sum eg droymdi um, at blíva bóndakona. Eg komi so til Gøtu í 1946, 31 ára gomul, og havi tískil nú verið í Gøtu í meira enn 60 ár.
Turid kom beinanvegin til Gøtu, meðan Árant kom nøkur ár seinni. Honum dámdi so væl at ganga í skúla har, sum var í húsunum hjá ommuni. Men hann gekk so síðsta árið í skúla við Gøtugjógv, har hann eisini býr nú.
Eg fall væl til í Gøtu, men eg saknaði tað góða samband, sum vit í Hesti høvdu havt við Havnina. Úr Hesti kundi altíð sleppast til Havnar. Hetta var eitt sindur øðrvísi í Gøtu, har ein skuldi passa seg til rutuna, sum ikki altíð var so lagalig.
Tað lá heldur ikki so væl fyri at ferðast, tá ein var bundin at eini kúgv. Børnini gingu í skúla, og tað var eisini meira bundisligt. So viðhvørt longdist eg eitt sindur suður aftur til Havnar. Har hevði eg jú verið so nógv, eisini alla krígstíðina.
Jakku fór burtur til skips beinan­vegin. Hetta var beint í tí stóra kavanum í 1947. Tá stóð ein kúgv í kjallaranum hjá okkum. Seyðurin varð koyrdur inn. Sumt varð koyrt inn í hoyggjhúsið, og annað varð koyrt inn í kjallaran hjá okkum, og har tað annars var pláss fyri at bjarga hesum góða seyði. Hetta var sera strævið eisini at hava neyt og seyð saman.
Hetta var eitt slíkt stríð, at eingin trýr tí. Tað skuldi jú drag­ast hoyggj til øll hesi kríatúr. Ikki koyrdu vit seyðin út aftur fyrr enn 11. apríl. Kavin lá í samfullar 11 vikur. Tað var einki, sum at kavarudding tá í tíðini. Hetta gjørdi tað ikki lættari.
Tá sóu vit berar plettar í hagan­um. Tá koyrdi gamli, Hans, seyðin út, tí vit kundu ikki brúka meira hoyggj til seyðin, um vit skuldu behalda neytini.
Men tað var kortini so eina­­stand­andi gott veður í tí kavan­um. Tað byrjaði hvønn seinna­part av kava so spakuliga, og tað var deiligt sólskin hvønn morgun. Jakku segði eisini, at hann hevði ongantíð verið á Suðurlandinum, at tað hevði verið so gott veður. Hann lá av landnyrðini alla tíðina. Jakku var við Kyrjasteini tað árið.
Jakku var annars bæði við Boðasteini og Kyrjasteini hjá Haraldsen í Fuglafirði. Hann var annars nógv við Óla Hans Olsen sum skipara. Hann var ættaður frá Gøtugjógv, men giftist til Syðrugøtu.
Jakku helt eisini nógv av Óla Hans, sum hann helt vera sera gløggan á sjónum. Eisini fiskaði hann væl.
Nu eru tað eini 20 ár síðan, at Jakku doyði.

Tá ið tað spøkti hjá Hansi
Tað hevur verið fortald ein stuttlig søga um Hans, pápa Jakku. Hann var gravari í Gøtu. Eina ferð var eitt slíkt brim í Syðrugøtu, at ein gamal kirkjugarður kom undan saman við einum hópi av mannabeinum.
Hans fór yvir til Syðrugøtu og koyrdi beinini í ein posa. Posin skuldi so berast yvir í kirkjugarðin í Norðragøtu, har beinini skuldu jarðast. Men tað var blivið seint, og veðrið var framvegis so ringt, at Hans tók sekkin til hús og setti hann i hjallin til dagin eftir.
Veðrið var framvegis líka ringt seinni um kvøldið, og tað regnaði nakað so ræðuligt. So eina ferð nú bankar uppá dyrnar. Tað var nærum óhugsandi, at nakar fór út í slíkum veðri, so Hans verður sum rímuligt er illa við. Men han letur sum einki. Men tað bankar harðari og harðari. Eina ferð rópar Hans: ”Hvør í Guds garði er hetta.” ”Hetta er Ívar,” svarar ein rødd. Hans kendi ongan Ívar, og tað er kanska skoytt uppí søguna, at Hans skuldu rópa: ”Beinini eru í hjallinum, og lykilil er undir bitanum.” Men tá vísti tað seg, at hetta var ein kvívíkingur, sum Jakku hevði siglt saman við, og sum av eini ella aðrari orsøk var endaður í Gøtu í hesum illveðrinum. Hann visti sær eingi onnur ráð enn at leita Jakku upp.
Hans fortaldi fyri mær, at tá ið stakittið var gjørt uppi á Lorvíksfjalli, bar hann alt jarnið niðan. Hann nýtti ein dag til tað, so hetta hevur verið eitt rættuligt tørn, tí tað vóru nógvir túrar. Hans var kropsliga sera sterkur. Kona hansara Birita var úr Lorvík.
Mamma varð 86 ár tá ið hon doyði í 1963. So hon sat einkja í eini 44 ár. Eg eigi framvegis eina systirdóttir og tveir systirsynir í Hesti. Annar av teimum býr framvegis í húsinum hjá okkum. Ein systir teirra er giftur í Havn og ein dóttir í Gásadali.

Tøkk til Ingibjørg
Vit vilja takka Ingibjørg fyri hennara frásøgn. Hóast sína truplu lívsbyrjan er hon eitt sera positivt menniskja. Hennara grannar við Gøtugjógv taka til, hvør merkiskvinna hon er, og tað sama siga tey um hana á Gøtubrá



Rætting til myndatekst
Myndin í fyrra partinum, har tað stóð, at tað var Ingibjørg og systir hennara, skal vera, at tað er Ingibjørg og systirdóttir hennara Dagny, sum býr í Gásadali.


Komandi partur
Komandi tvær Miðvikur verða um høvuðsmálini á vitjanini hjá Smyril Line í Íslandi, nevniliga Bakkafjørðin og kirkugarðin á Seyðisfirði við hansara føroysku gravum. Fyrra greinin verður um útróður hjá føroyingum á Bakkafjørðinum