Ingibjørg Jacobsen 70 ár

Góða Ingibjørg! Tá ið ein er í familjuni, sum dugir væl at halda røðu, so hevur restin av familjuni ein trupulleika, tá ið røðarin skal feirast.

Mær nýtist ikki at siga tykkum, hvussu nógvar góðar røður Ingibjørg hevur hildið, og tá ið eg plagi at siga við hana, sum tú dugir væl at halda røðu, so svarar hon, tað er tí eg havi so góða tíð. Tit gera alla restina, og so kann eg halda røðu. Hon plagar eisini at siga, tit skulu ikki stúra, tað kann eg taka mær av.


Eg má so siga í dag, at eg havi ikki fingið serliga góða tíð, tí Ingibjørg hevur alla tíðina sagt, at hon fór ongan føðingardag at halda, men knappliga í síðstu viku ringir Gunnvør til mín og sigur, at Mamma sigur nú at hon heldur tað hevði verið so hugnaligt at hildið ein føðingardag. Av tí at vit kenna so nógv fitt fólk, so hevur eydnast okkum at stápla henda dagin upp á beinini.


Ingibjørg er stórasystir hjá mær. Hon er 9 ár eldri, og sum eg minnist Ingibjørg, hevur hon altíð verið vaksin. Tjenti pengar, eg fekk onkuntíð oyra frá systur míni, tað vóru tað ikki nógvar av vinkonunum hjá mær, sum fingu. Ingibjørg var álitið hjá Mammu tá ið pápi fall frá, og eg havi hugsað seinni, tá ið eg sjálv gjørdist vaksin, at Ingibjørg var ikki meir enn 23 ár, tá ið hon fekk alt tað fíggjarliga hjá mammu í eina legu, so mamma kundi gjalda hvørjum sítt. Eg ivist ikki í, at Poli eisini var ein hjálp, men eg haldi tað var væl klárað av Ingibjørg og mammu.


Serliga minnist eg, hvussu væl hon dugdi og dugir at klæða seg, og hvør minnist ikki, tá ið Ingibjørg og Pole fóru sveimandi eftir dansigólvinum. Ja minnini, tey eru altíð vøkur, og eitt er vist, at hóast Ingibjørg hesi seinastu árini hevur fingið nógvar smeitir, so eru fleiri góðar enn ringar løtur at minnast aftur á.


Ingibjørg búði heima, til hon og Pole í 60-unum fluttu í Gundadal. Har komu Einar, Jórun og Gunnvør hvør aftan á øðrum, og hjá okkum mammu og mær var tað gott, at børn komu, og at vit sluppu at vera partur av teirra lívi. Eg minnist, at eg passaði Einar eitt skifti, tí tá var barnsburðarfarloyvi bert 5 vikur, og av tí at eg gekk so nógv í býnum við vogni, helt onkur, at eg átti hann. Men tit skilja meg, eg tímdi ikki at sita uppi í Gundadali allan dagin, tað var alt ov uttanhanda.


Eg flutti heim við mínari familju í 1979, og tað var ein stór hjálp hjá Tollaki og mær, at Ingibjørg og Pole vóru í Havnini. Poli hevði umboðað okkum í sambandi við grundstykki, sum mann tá ið tíðini ikki mátti lata gleppa sær av hondum, og Ingibjørg legði mær eina við 3 ting, tá ið vit teknaðu hús.Góðar trappur niður í kjallaran, góðan vaskikjallara, og at sleppa frá at fara út, tá ið eg skuldi í hjallin.


Vit eiga, sum tit vita, eina systur afturat, hon er nr. 2, og eg havi lisið onkrastaðni, at tað er ræðuligt at verða genta nr. 2. Grundin til, at mamman er so glað, tá ið genta nr. 2 kemur, er, at so kann hon brúka avlagda toyið hjá stórusystur. Hetta var helst galdandi fyrr.


Mær dámar betur myndina, at stórasystir sigur tær, hvat tú ikki skal, men um onkur annar ger tað sama, so forsvarar hon teg av øllum alvi.


Eg fari at enda við at ynskja tær hjartaliga tilukku við degnum, eg vildi ynskt, at tíni eftirlønarár vóru lættari, men vit eru ikki harrar yvir lagnuni.