Ingibjørg Pálmadóttir: Kundi hugsað sær at komið aftur

Íslendski heilsumálaráðharrin hevur vitjað í Føroyum í tveir dagar. Í gjár fór hon av landinum aftur og tá gekk leiðin til Keypmannahavnar at vitja íslendskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum, har serliga sjúklingar, ið skulu hava transplantatión, liggja.

Íslendski heilsumálaráðharrin, Ingibjørg Pálmadóttir, metir, at tað eru serstakliga sjúklingar við húðsjúkum, psoriasis, og fólk við gikt, ið kunnu hava fyrimun av at søkja sær heilsubót í Íslandi. Hon nevnir Bláa Lón, ið eisini føroyingar kenna.

Innan giktasjúkur hava íslendingar góðar serfrøðingar, sigur Ingibjørg Pálmadóttir. Eisini nevnir hon møguleikarnar fyri sonevndari fjarviðgerð, soleiðis at skilja, at lækni í Íslandi tosar við og ráðgevir lækna í Føroyum, kanska við nútímans tøkni til hjálpar.

Eisini metir hon, at tað er fyrimunur fyri báðar partar í at samstarva og í tí, at læknar soleiðis fáa rutinu og soleiðis gerast betri, so støðið kann haldast ella hækka. Hetta er gjørligt, um fleiri sjúklingar eru, heldur hon.

Ingibjørg Pálmadóttir hevur á ferðini í Føroyum ikki havt stundir at sæð ella kunnað seg stórvegis um føroyska sjúkrahúsverkið. Men hon kundi hugsað sær at lagt leiðina hendaveign seinni, tá betri stundir vóru, so hon kundi sæð meira.


Til Keypmannahavnar

Í gjár fór Ingibjørg Pálmadóttir av landinum og lá leiðin tá til Danmarkar. Har skal hon vitja tær deildir á Ríkissjúkrahúsinum, har íslendingar liggja. Allir íslendskir sjúklingar, ið fáa transplantatión, verða sendir til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið og eru tey sera glað fyri hetta samstarv.

Áður var eisini samstarv við sjúkrahús í Gøteborg, men flogleiðirnar hóskaðu betri til Keypmannahavnar.

Íslendingar samstarva eisini við Amerika og senda sjúklingar tann vegin. Ikki eru tað nógvir, men t.d. nakrir, ið skulu hava merg, fara til USA at fáa sær hesa viðgerð, sigur Ingibjørg Pálmadóttir.

Ingibjørg Pálmadóttir nevnir, at mangir íslendskir læknar hava lisið í t.d. Amerka, Skandinavia og Bretlandi og hesir halda samband sítt til londini við líka.

Ingibjørg Pálmadóttir vónar at koma aftur til Føroya seinni, tá betri stundir eru til vitjanir og at hyggja seg um.