Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Í ár verið eg til arbeiðis í Havn nýggjársaftan. Eg eri djóralækni og arbeiði á Djóralæknatænastuni. Tað er altíð ein djóralækni á vakt til tey, ið hava tørv á bráðfeingishjálp, og í ár fari eg at standa klár at veita hesa tænastu.
Tað sigur Ingibjørg Joana Árantsdóttir, sum býr í Nólsoy og er djóralækni.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Størsta hendingin hjá mær í 2020 er helst, at eg havi keypt mær eitt grundstykki í Nólsoy og soleiðis havi tikið stig til saman við sjeikinum at byggja okkum eini nýggj hús.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta ella tyngsta, sum hendi í 2020, var at missa ein kæran í familjuni.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg vóni, at samfelagið verður meira opið í 2021. At korona ikki kemur at avgera, um vit kunnu vitja okkara nærmastu á ellisheimum og sjúkrahúsum. At vit kunnu verða saman í gaman og álvara - uttan at stúra fyri at verða smittað ella at smitta onnur. At vit aftur kunnu ferðast um landamørk sum áður. Og so vóni eg eisini, at ferðasambandið til Nólsoyar verður betri í 2021, tí í 2020 hevur tað verið út av lagi vánaligt.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Í fjør var nýggjárslyftið hjá mær at gevast við at roykja, og hetta lyftið havi eg higartil klárað at hildið. Eg haldi, at í ár fari eg bara at halda á fram við at halda tað lyftið. Og so røra meg eitt sindur meira. Tað finst einki betur enn ein góður langur gongutúrur í føroysku náttúruni, sigur Ingibjørg Joana Árantsdóttir.