Í Sosialinum í dag er samrøða við Ingibjart Djurhuus, sum í dag er í hálvtíðarstarvi hjá Bilasøluni Waag, sum húsast í hølunum hjá fyrrverandi Auto Service Undir Krákugjógv í Havn.
Ingibjartur Durhuus er 82 ára gamal, men aldur sæst ikki á honum. Hann er lættur á fótum, blíður og fyrikomandi og fegnast um at hava havt eina so góða heilsu, at hann framvegis er virkin og arbeiðsførur.
Alt sítt arbeiðslív hevur hann starvast í bilvinnuni, og her er hann framvegis – eftir heili 67 árum, síðan hann sum 15 ára gamal á heysti í 1957 fór í læru hjá Wenzel Petersen Úti í Bakka í Havn.
Í Sosialinum í dag kanst tú eisini lesa um Angelu og Hannibald, sum hava undirhildið børnum í 25 ár.
Tað eru í ár 25 ár síðani, at Angela Fagranes og Rúni Gaardlykke fóru at gera barnasendingarnar um Angelu og Hannibal. Við framførslum og sjónvarpsengingum hava tey fingið eitt serligt samband við børn og foreldur teirra
Í 1999 blivu barnasendingarnar við Angelu og Hannibal sendar fyrstu ferð. Nakað áðrenn høvdu tey framført sum Angela og Hannibal til tiltøk, og tí blivu figurarnir nýttir í sjónvarpssendingunum, sum tey skuldu gera. Sendingarnar blivu væl umtóktar og gjørdust tí fleiri í tali.
– Øll tímdu at hyggja, og vit blivu biðin aftur og aftur.
Klovnurin Hannibal er sum eitt óskikkiligt barn, og Angela er tann vaksna, sum gevur tryggleika. Saman skapa Angela og Hannibal ein dynamik millum tað sum er rætt og skeivt.
Hannibal ger tað sum ikki er loyvt. Hann kann finna uppá at siga, at tú mást ikki snýta, og síðani snýtir hann. Angela heldur skil á Hannibal, men hon ger tað uppá ein góðan og blíðan máta, hon skeldar ongantíð.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á netinum á sos.fo