Ingibjørg og liðfelagarnir eru javnar við oddaliðið

ÍBV vann greiðan sigur á Fram á heimavølli

Hetta eru góðir dagar hjá Ingibjørg Olsen og liðfeløgunum í ÍBV í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Í dag vann ÍBV á heimavølli í Heimaey greiðan 30-25 sigur á Fram. Í steðginum var ÍBV á odda 17-11. Eitt skiftið var ÍBV á odda 10-2.

 

Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag. Hrafn­hild­ur Hanna Þrast­ar­dótt­ir skoraði heili 14 mál fyri ÍBV.

 

ÍBV er nú á sama stigatali í bestu íslendsku deildini sum oddaliðið, Valur. Bæði liðini hava 24 stig aftaná 14 dystir.

 

Komandi leygardag spælir ÍBV aftur á heimavølli. Tá verður tað KA/Þór, ið kemur á vitjan í Heimaey.