Ingibjørg Olsen er íslendskur steypavinnari

Fyri fyrstu ferð í 19 ár er ÍBV steypavinnari hjá kvinnum í Íslandi

Mynd: mbl.is

Ingibjørg Olsen úr Vestmanna, ið spælir hondbólt við ÍBV í Vestmannaoyggjunum er íslendskur steypavinnari 2023.

 

ÍBV vann í dag eina spennandi steypafinalu í Laugardalshøllini í Reykjavík. 

 

Gongdin í steypafinaluni var hendan:  ÍBV-Valur 4:4, 6:4, 6:6, 9:10, 10:13, 13:14, 15:17, 18:18, 22:21, 25:23, 28:25, 31:29.

 

Tá 21 minuttir vóru farnir fekk fyrsti málverjin hjá ÍBV, Marta Wawrzynkowska reytt kort, men annar málverjin, Ólöf Maren Bjarnadóttir megnaði at hava nakrar týðandi bjargingar. Stóri leikarin hjá ÍBV í dag var Hrafnhildur Hanna Þrastardóttir, ið skoraði 12 mál.

 

Ingibjørg var á vøllinum teir seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki, men ikki ein líka stóran leiklut sum í hálvfinaluni móti Selfossi, tá Ingibjørg skoraði trý mál.

 

Men íslendskur steypavinnari er hon. In.fo ynskir Ingibjørg hjartaliga tillukku við íslendska steypagullinum. 

 

 

 

Mynd: mbl.is