Ingibjørg skoraði tvey mál í evropeiskum sigri hjá ÍBV

ÍBV spælir tveir dystir móti grikska liðnum, AEP Panorama úr Thessaloniki

 

Hetta vikuskiftið eru kvinnurnar hjá H71 ikki einastu føroysku kvinnurnar, ið royna seg í Europa Cup kappingini.

 

Ingibjørg Olsen skoraði tvey mál tá lið hennara, ÍBV í kvøld vann 26-20 á grikska liðnum, AEP Panorama úr Thessaloniki.

 

Móti dystarenda var ÍBV á odda 26-16, men grikska liðið fekk minka um munin við fýra málum seinastu løtuna.

 

Liðini spæla aftur á Heimey í morgin klokkan 13, og stendur ÍBV við einum góðum møguleika at koppa enn eitt grikskt lið í kappingini.

 

HER  ber til at síggja dystin.

 

Ingibjørg Olsen fekk annars heiðurin at vera spælarin á lýsingarplakatini hjá ÍBV fyri dystinum móti AEP Panorama, sum tað sæst á myndini omanfyri. 

 

So vóna vit, at pápi, Ingibjørg og systurin, Rannvá gera tað minst líka gott við H71 móti SPONO Eagles úr Sveis í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld klokkan 18.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.