Ingolf miðlar talvini kring knøttin

Talv: Tað er hent hjá fyrireikarunum í Klaksvík og øllum talváhugaðum kring heimin, at serfrøðingur syrgir fyri, at tað ber til hjá øllum at fylgja við

Í dag varð farið undir FM í talvi fyri einstaklingar.

Klaksvíkar Talvfelag er vertur, og tað verður telvað í nýggja og stásiliga Skúlanum á Skúlatrøð.

Telvað verður hvønn dag fram til og við langafríggjadegi.

Talvfelagið í Klaksvík er rættiliga virkið, og tað sást í dag, at felagið eigur nógvar stuðlar.

Ein av teimum, sum er við til at syrgja fyri, at FM kappingin gongur, sum hon skal, og at tað ber til kring allan heimin at fylgja við, er Ingolf Gaard. Hann er teldukønur, og hann hevur skipað soleiðis fyri, at tað ber til hjá talváhugaðum kring allan knøttin at fylgja hvørjum leiki í FM kappingini.

Her sæst Ingolf saman við dóttrini, sum eitur Andrea.

Her ber til at fylgja við í FM í talvi fyri einstaklingar

FM fyri einstaklingar 2021 (faroechess.com)