Ingrid Møller er útbúgvin á Kunsthåndværkerskolen sum málari og teknari. Harumframt hevur hon gingið á Århus Kunstakademi og Den Grafiske skole í Århus. Hon hevur starvast sum Art Director á reklamuvirkinum Team 85 fyri nógvum árum síðani. Hon hevur tó vitjað aftur í Føroyum fleiri ferðir og verður ikki mett av at tekna og mála føroysku náttúruna. Tað eru fimm ár síðani hon seinast hevði framsýning í Smiðjuni. Ingrid fæst burtur av við at mála og undirvísa í tekning og máling.
Vigdis Sigmundsdóttir er sjálvlærd innan tekning og máling. Hon sýnir klippmyndir fram. Myndirnar eru náttúralistiskar á høgum støði. Vigdis heldur framsýning á hvørjum ári, bæði í føroyum og í grannalondunum.
Hetta er fyrstu ferð tær báðar sýna fram saman. Ingrid Møller helt framsýning á páskum saman við Magna Dalsgaard í atelierinum í Herlev. Vigdis og Magni hildu framsýning í smiðjuni fyri einum ári síðani.
Framsýningin verður til og við týsdagin 8. september. Opið er í dag og týsdagin frá kl. 10-19.