Tað er óskiljandi at henda lívsterka, glaða og arbeiðssama kvinna ikki er ímillum okkum meira. Ja so óveruligt, at tað er sum um ein bert gongur og bíðar eftir til hon aftur trínur inn í handlinum í Niels Finsensgøtu og tú aftur kannst hoyra hennara gneggjandi látur og uppliva hennara lætta lyndi. Tankin um at ein ikki skal síggja hana aftur gevur onga meining. Saknurin er ómetaliga stórur og eftir henni stendur eitt stórt tómt hol.
Inga hevði fyri okkum starvsfelagar sera stóran týdning.
Fyrsta uppfatan tú fekk av henni var, at hon var bersøgin og hevði sín heilt serliga hátt at siga og gera tingini uppá. Men tá tú lærdi hana at kenna, fanst tú útav, at hon var sera ósjálvsøkin. Hon hugsaði altíð um hini fyrst, var altíð gevarin, men kravdi einki afturfyri. Hevði tú trupulleikar á arbeiðinum ella persónliga, kundi tú altíð fara til hana, tí her hevði tú ein persón, sum tú kundi tosa við í trúnaði og tú fekk altíð eitt greitt svar.
Tú kundi mangan undrast yvir alt, ið hon kundi náa. At arbeiða í handli krevur nógv av einum, kortini so hevði hon stundir at venja hondbólt, verða um familjuna, skilja fisk við pápanum vesturi í Sørvági, ganga á fjall og ikki so sjáldan samlaði hon okkum starvsfelagarnar um borðið í køkinum við nýbakaðum bollum ella køku. Ja, Inga var eitt satt konubrot við einum heitum hjarta, sum elskaði at fjálga um tey sum stóðu henni nær.
Nú tíðin er komin til ta árligu útferðina, renna tankarnir aftur til tann ógloymandi túrin úti í Mykinesi seinasta ár, har hon vísti okkum runt á sínum himmiríki á jørð.
Henda oyggj, sum hon hevði so stóran tokka til, og sum hon so mangan fortaldi okkum um.
Vit eru sera takksom fyri at vit sluppu at uppliva hana úti í Mykinesi.
Tín tíð her á jørð gjørdist ikki long, men hóast hettar so náddi tú meir enn mong náa eitt langt lív.
Hví tú Inga skuldi fara so ung, fáa vit ikki at vita - helst hevur Guð ikki kunnað verið hendan eingilin fyriuttan meira.
Takk Finn, fyri at tú alla tíðina kunnaði okkum um støðuna hjá Ingu gjøgnum sjúkraleguna. Hetta gjørdi tú hóast tað var ein svár tíð tit fóru ígjøgnum.
Er saknurin av Ingu hjá okkum stórur, so kann tað ikki lýsast, hvussu stórur hann eigur at vera hjá tykkum, Finn og børnunum, Vinjard, Marjun og Pola. Tit vóru hennara eitt og alt og Inga tosaði eisini altíð um tykkum.
Við hesum fátøku orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara kæra starvsfelaga og vin Ingu F. Danberg
???????????
Starvsfelagarnir