Skúlastríð
Skopun: Tað er ikki sagt, at skúlastríðið í Skopun endar nú, hóast bæði skúlaleiðarin, Ingun Simonsen, og ein annar lærari, Sigurd Bærentsen, eru flutt í onnur størv.
Ingun Simonsen sigur, at hon er so skelkað yvir viðferðina, hon hevur fingið frá Mentamálaráðnum at hon ætlar sær víðari við málinum.
? Eg ætli ikki at lata hetta um meg ganga og tí fari eg víðari við málinum, sigur hon.
Hon sigur, at hon følir seg svertaða til og at hon tí ikki vil góðtaka tað, sum er hent.
Hon vil ikki fara út í æsir við, hvat hon meinar við, tí hon fer at koma við eini almennari frágreiðing tá ið høvið býðst.
Hon vil tí heldur ikki enn útgreinað, hvussu hon ætlar sær víðari við málinum.
Kostar nógv
Fyri at loysa trupulleikarnar í skúlanum í Skopun, hevur Mentamálaráðið gjørt av at flyta báðar lærararnar, ið hava verið nevndir í sambandi við stríðið. Sigurd Bærentsen fer á Meginskúlan og skúlaleiðarin, Ingun Simonsen fer nú í Hoyvíkar Skúla, har hon verður vanligur lærari.
Mentamálastýrið sigur, at tað er eftir umbøn frá Ingun Simonsen, at hon verður flutt í Hoyvíkar
Skúla. Hetta er samstundis tann loysnins, sum er í samsvari við setanarskrivini hjá teimum báðum lærarunum.
?Tað er partvís rætt. Men tað er so langt síðani, at eg søkti um at sleppa burtur úr Skopun, tí viðurskiftini her eru ótolandi. Men tað er ikki, fyrrenn nú, at eg fái tað í boði.
Hon sigur, at hóast hon nú verður vanligur lærari, varðveitir hon lønina, hon fekk sum skúlaleiðari, umframt aðrar fyrimunir.
? Men at tað skal vera í samsvari við setanarskrivið er ikki rætt, tí eftir mínum setanarskrivi, eri eg skúlaleiðari í Skopun og onki annað.
Hon vísir eisini á, at tað fer at føra stóran eykakostnað við sær fyri hana og húski hennara, at flyta til Havnar at búgva, heldur enn at búgva í Skopun.
Brúkt sum jarnbrot
Ingun Simonsen vísir eisini aftur, at samstarvstrupulleikar í skúlanum í Skopun er nýtt fyribrigdi, sum hevur tikið seg upp eftir at hon bleiv leiðari í Skopun.
?Tað vóru stórir trupulleikar í Skopunar Skúla, tá ið eg tók við sum leiðari. Rokið, sum tá var, er akkurát tað sama, sum nú ger seg galdandi, og teimum trupulleikunum átti eg als ongan lut í.
Hon sigur, at tá ið hon tók við, mundi tað eisini vera fáir skúlar í landinum, sum vóru so aftaliga við øllum, sum skúlin í Skopun, bæði hvat útgerð og umstøðum annars viðvíkti, tí har var onki av nøkrum.
?Síðani havi eg bygt upp ein góðan skúla við teimum hentleikum, sum krevst av einum nýmótans skúla. Játtanin til skúlan var lá ímillum 2.000 krónur og 20.000 krónur um árið, men tær havi eg eisini fingið upp á 100.000 krónur um árið í fjør og 70.000 krónur í ár, umframt pengar til tól og aðra útgerð, so nú er talan um ein heilt annan skúla.
Hon heldur eisini, at hon hevur havt eitt gott samstarv við tey allarflestu foreldur og tey, sum annars hava við skúlan at gera.
Tí heldur hon, at kærurnar frá foreldrunum er ógrundaðar og hon følir, at tey hava svertað seg til. Men hon viðgongur eisini, at hon hevur ikki havt serliga gott samstarv við skúlastýrið, sum varð valt eftir nýggju lógini.
?Nú dugi eg at síggja, at ætlanin við at seta meg sum skúlaleiðara í Skopun var helst, at landsstýrið vildi hava ein skúlaleiðara uttaneftir at brúka sum jarnbrot fyri at loysa teir trupulleikar, sum vóru á skúlanum.
Hon sigur, at embætisfólk í landsstýrinum og menetamálastýrinum ávaraðu hana um trupulleikarnar, sum vóru.
?Men samstundis lovaði mentamálastýrið mær allan stuðul, eg hevði brúk fyri. Nú má eg so ásanna, at tann stuðulin havi eg ikki fingið
?Sum leiðari mátti eg viðhvørt taka truplar avgerðir, men tað gjørdi eg í teirri trúgv, at eg hevði Mentamálstýrið við mær, tí tað høvdu tey lovað. Men tann stuðulin kom ongantíð og tí føli eg meg slepta upp á fjall.
Hon sigur, at tá ið hon varð sett, var tað ímóti skúlanevndini sum tá sat og hetta elvdi eisini til trupulleikar. Eg havi fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikarnar, men Mentamálastýrið gjørdi onki fyri at loysa teir og tí vant alt bara meiri og meiri upp á seg.
? Mentamálastýrið hevur verið sera jánkasligt í hesum máli. Hevði málið verið loyst beinanvegin, var tað ongantíð komið so langt.
Men Ingun Simonsen vil framvegis ikki greinað út, akkurát, hvørjir trupulleikar vóru og, hvat skuldi verið gjørt.
Hon sigur kortini, at ein trupulleiki kann hava verið, at tað eru ikki øll sum megna at umstillað seg til krøvini í nýggju fólkaskúlalógini ? Men tað er bara ein partur av frágreiðingini.
Ein annar partur av trupulleikanum er, at eg fekk starvið sum skúlaleiðari framum Sigurd Bærentsen og tað hevur nívt hann. Og hann hevur eftir øllum at døma ikki fingið nóg góða grundgeving fyri, hví hann ikki varð settur. Men síðani hava trupulleikarnir alsamt hópað seg upp, uttan at Mentamálaráðið megnaði at loysa teir og nú brast so ballónin.
?Hevði eg vitað, at tað fór at vera so trupult at vera skúlaleiðari í Skopun, hevði eg aldrin søkt, sigur Ingun Simonsen.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá einum øðrum parti í málinum, Sigurd Bærentsen, áðrenn blaðið fór til prentingar.