Flogvanlukka
Árni Joensen:
[email protected]
Eru tey privatu nigerisku flogfeløgini so gáloysin, at tað er ikki trygt at flúgva við teirra flogførum longur?
Tann spurningin seta nógv fólk í Nigeria, eftir at eldur kom í eitt flogfar, júst sum
tað hevði sett seg í floghavnini í høvuðsstaðnum Abuja leygardagin. Vanlukkan kravdi 107 mannalív, og nógv tey flestu vóru ungdómar, sum vóru á veg heim at halda jól.
Fyri sjey vikum síðani doyðu 117 fólk, tá eitt nigeriskt flogfar datt niður og sprongdist norðan fyri stórbýin Lagos. Myndugleikarnir vita ikki, hví tann vanlukkan hendi, og tað fer ivaleyst at taka sína tíð, áðrenn teir kunnu siga, hví eldur kiom í flogfarið leygardagin.
Men nigeriumenn vilja ikki bíða. Teir vilja hava at vita, hvat bagir. Tey flestu hava illgruna um, at tey privatu flogførini verða alt ov illa hildin, og at tey tí als ikki eru egnað at flúgva við ferðafólki. Sagt verður, at tey flestu flogførini eru meiri enn tjúgu ára gomul og illa slitin. Harafturat er útgerðin á flogvallunum gomul og als ikki tíðarhóskandi.
Hagtølini siga sítt. Síðani 1999 eru 1.021 fólk deyð í 39 flogvanlukkum í Nigeria, skrivar AFP.