Inn- og útflutningur vaksa

Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at bæði inn- og utflutningurin veksur, men útflutningurin veksur meira enn innflutningurin. Yvirlit, sum Hagstovan hevur gjørt fyri inn- og útflutning januar til november 2010 vísir, at innflutningurin er vaksin við 82 milliónum krónum, úr 3.959 milliónum upp í 4.040 milliónir krónur fyrstu 11 mánaðarnar í fjør.

Tað er serliga virði á brennievni, sum er økt munandi, úr 608 milliónum krónum upp í 890 milliónir krónur, sum er ein øking á 46%.

Ein annar bólkur, sum er vaksin munandi, er rávøra til fiskavirking, sum er farin úr 93 milliónum upp í 149 milliónir, og tað svarar til 59%. Og so er bilainnflutningurin eisini vaksin munandi, úr 88 milliónum upp í 119 milliónir krónur. Tað svarar til 32% vøkstur.

Samlaði innflutningurin er vaksin 2%.

Útflutningurin er í sama tíðarskeiði vaksin við 9%, úr 3.795 upp í 4.123 milliónir krónur. Hetta merkir, at útflutningsvirðið nú er størri enn innflutningurin.

Størsti vøksturin í útflutninginum er at vinna í bólkinum uppisjóvarfiskur, har virðið er vaksið úr 426 milliónum upp í 668 milliónir krónur, svarandi til 57%. Eisini virðið á botnfiski er økt, úr 1.168 upp í 1.336 milliónir krónur, tað er 14%.

Bólkurin Annar fiskur og fiskaúrdráttir er vaksin úr 240 upp í 263 milliónir krónur, sum svarar til 10%.

Virðið á útflutta alifiskinum er minkað við 3%, men nøgdin av útfluttum alifiski er heili 28% minni, og tað merkir ein munandi prísvøkstur á alifiski.

Tað skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari.