Inn við bygging til eldri eftir tørvi - burtur við vitleysari røktarheimsbygginging!

Turið Jacobsen
-------

Enn er ikki ov seint at støðga á við vitleysu røktarheimsútbyggingini, sum spreiðir seg um alt landið og í staðin fara í gongd við at leggja ætlanir at byggja eldrabústaðir og -miðstøðir, sum hóska til tørvin og ynskini hjá verðandi og komandi eldru ættarliðum.
Í tíðindunum frætta vit javnan um ovurnýtslu á almannaøkinum og um, hvussu Almannamálaráðið stríðist við at finna aðrar inntøkur og skarva av útreiðslunum. Nýggjasta inntøkukeldan er at áleggja pensionistum økt gjald fyri tænastur. Samstundis sum tað táttar í fíggjarliga, veitir Almannamálaráðið kommununum stuðul til at byggja røktarheim og sonevnd eldrasambýli um alt landið, sum bæði eru óneyðuga kostnaðarmikil og hoyra eini farnari tíð til. Tað hongur also ikki saman.
Vit eru alt fleiri, ið øtast yvir røktarheimsbyggingina, sum er við at fara av bakkastokki. Sum mangan hevur verið frammi seinastu tíðina, verða røktarheim av slagnum, sum eru í umbúnað at verða bygt, niðurløgd aðrastaðni. Hetta verður gjørt út frá væl grundaðum kanningum, sum vísa, at:
røktarheim eru dýr bæði í rakstri og íløgum
tey passivisera fólk, so tey verða meira røktarkrevjandi
eldri fólk í dag ynskja at liva eitt virkið lív sum longst í egnum heimi

Aðrastaðni verður tí strembað eftir, at fólk, sum orsakað av t.d. ellisbreki ikki kunnu búgva í egnum heimi, skulu hava ymisk bústaðartilboð at velja ímillum. Bústaðartilboð og tilknýttar tænastur, sum hóska júst til teirra tørv og førleikastøði og sum leggja upp til og loyva teimum at vera virkin í gerðandisdegnum, so tey varðveita førleikar.

Í byggingunum, sum okkara kommunalu og almennu myndugleikar nú seta í gongd, verða bæði faklig vitan og tørvurin og ynskini hjá borgarunum skúgvað til viks. Í staðin grundgeva kommurnar fyri røktarheimsbyggingini við stuðulsmøgulleukum frá tí almenna og at røktarheim skapa arbeiðspláss. Og hvørjar grundgevingar hevur almannaverkið so?? Ja, tað er ein góður spurningur, tey hava nakrar lógir - ótíðarhóskandi - um reglar fyri røktarheim og eldrasambýli. Hesar verða av og á broyttar eitt sindur, óvist eftir hvørjum leisti, men halda grundleggjandi fast í og stuðla upp undir byggingina, sum hon hevur verið higartil.

Ein orsøk til, at kommunurnar vilja hava ábyrgdina av eldraøkinum siga tær vera, at tær eru nærri borgarunum og kenna borgarans ynski og tørv. Hvussu hongur tað saman við, at kommunurnar samstundis byggja og planleggja ímóti ynski og tørvi hjá borgarunum?

Bæði kommunali og almenni parturin av fíggingini av íløgum og rakstri eru í seinasta enda borgarans skattakrónur, sum - alment ella kommunalt - skulu fíggja somu tænastur til somu borgarar. Fyri meg sum skattagjaldara, hevur tað ongan týdning, um mín skattur fer í kommunu- ella almannakassa, bara samlaða puljan verður gagnnýtt so væl sum gjørligt.

Tað verður hon ikki, tá talan er um tænastur til eldraøkið frá kommunum og almannaverki. Tosað verður um, at "vit", kommunan, fær stuðul til íløgur til at byggja búpláss frá "teimum", almannaverkinum. "Tey", almannaverkið, fíggjar rakstur av ymiskum slag og "vit" kommunan spjaðar til. Afturat hesum kemur umfatandi kostanaðurin av at umsita hetta peningarensl millum almannaverk og kommunur. Í hesum transaktiónunum er fokusið langt síðan flutt frá borgaranum til skipanirnar og úrslitið verður har eftir. Sum skattgjaldari vænti eg av teimum, sum av egnum vilja hava átikið sær at umsita mínar skattakrónur, at tey hevja seg upp um hendan mátan at síggja sín leiklut uppá.

Ikki einans hava tey hendan hugburðin til borgarans skattakrónur. Við at byggja ótíðarhóskandi røktarheim og sambýli, brúka tey harafturat, ella kanska júst tí, pengarnar til at fíggja kostnaðarmiklar tænastur til borgaran, sum borgarin hvørki ynskir ella hevur tørv á. Mann kundi sagt, sum Jesus á krossinum " harri fyrigev teimum, tí tey vita ikki, hvat tey gera", men tað kann mann jú ikki, tí tey vita - ella eiga at vita - at hendan gongdin er skeiv og at teirra skeivu avgerðir fáa óhepnar avleiðingar fyri alt eldraøkið framyvir.

Eg havi meira enn so hoyrt um kanningarferðir hjá kommunum og almannaverki uttanlanda, har tey hava hugt at, hvussu almanna- og eldraøkið er skipað aðrastaðni. Veit eisini um útnorður samstarv, sum bæði kommunur og almannaverk seinastu skjótt mongu árini hava luttikið í um økið. Tað hevði nú verið stuttligt at sæð okkurt ítøkiligt aftur av øllum tí áhugaverda og nýhugsandi, sum tey hava hugt at og hoyrt um í stóru verð.

Kanska tað hevði hjálpt, um tey, sum sita við valdinum, ímynda sær, hvussu avgerðirnar, sum tey nú taka, fara at ávirka teirra egnu ellisár. Tað er jú ikki óhugsandi, at avleiðingarnar av avgerðunum falla aftur á tey sjálvi, um tey einaferð koma í ta støðu, at tey verða noydd at flyta úr egnum heimi. Við núverðandi gongd verður einasta tilboðið til teirra røktarheim, har tú illa fært verið virkin og missir sjálvsavgerðarrætt og privatlív. Røktarheim, sum harafturat mangan verða løgd í útjaðaranum av bygdum øki, uppi undir bøgørðunum og aðrastaðni, næstan "uttanfyri landa lóg og rætt", har møgulleikin at luttaka í tí, sum fyriferst í samfelagnum, er avmarkaður.

Mong, sum í dag búgva á røktarheimi og heimabúgvandi, sum sigast at koma undir katagoriina røktarheimskrevjand, hava als ikki tørv á hesum slagnum av røktarheimi. Summi høvdu kunnað búð í egnum heimi, um tænasturnar til heimabúgvandi vóru útbýgdar og onnur hava tørv á eldraíbúð.

Tíbetur er enn tíð at støðga vitleysu røktarheimsútbyggingunum. Lat okkum gera tað og sum skjótast fara í gongd við neyðugu umskipanina av økinum so sum at útbyggja tænasturnar til heimabúgvandi og at brúka pengarnar, sum ætlaðir eru til røktarheimsbygging, til at byggja hóskandi eldramiðstøðir við ymiskum sløgum av eldraíbúðum, virkistilboðum v.m.

Vit eru so heppin, at okkum ikki nýtist at kanna, um hetta nú loysir seg, hetta er vælgrundað vitan í okkara grannalondum - talan er sostatt ikki um okkara so væl kendu skuffuálit. Harafturat hava vit í Føroyum hópin av fakfólki við viðkomandi vitan innan økið, sum bara bíða eftir, at boð verður eftir teimum, so vitanin kann gagnnýtast. So tá tað kemur til stykkis, er ljós fyri framman, tað raður bara um at lata eyguni upp fyri tí og loyva tí framat!