Innandura FM verður í vikuskiftinum

Tann óalmenna FM-innandurakappingin í fótbólti fyri bæði menn og kvinnur verður suðuri í Vági komandi vikuskiftið.

 

Vinnandi liðini hjá bæði monnum og kvinnum vinna eitt vikuskiftisuppihald til Reykjavíkar.

 

Á hvørjum liði skulu vera ein málverji og fýra útispælarar. Loyvt er at hava ein eykaspælara, og allir spælarnir skulu vera úr sama fótbóltsfelag. T.v.s. tað er ikki loyvt at blanda lið. Kostnaðurin er 150 kr. fyri hvønn luttakara.

 

Leygarkvøldið verður borðhald, har ið Hilmar Jan Hansern er borðstjóri, og almennur dansur verður aftaná. Bestu spælarnir í kappingini verða kosnir.

 

Kostnaður fyri borðhald og dans er 250 kr.

 

Fyri at melda lið til, kunnu liðini senda ein mail til Teit Tausen

([email protected]) ella Halltóru Joensen ([email protected]).

 

Freistin at meldað lið til er úti í morgin klokkan 18.

 

Øll kappingin fyri bæði kvinnur og menn verður avviklað leygardagin.

 

Skráin fyri kappingina sæst á www.fcsuduroy.com frá hóskvøldinum.