Fleiri brúgvaløg við regni og vindi fara komandi dagarnar yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Jólaaftan nærkasst eitt stormlágtrýst Føroyum og fer síðani í ein landnyrðing. Eftir lágtrýstið streymar køld luft við kavaælum inn yvir Føroyar av norðri og útnyrðingi. Um vikuskiftið nærkast nýggj brúgvaløg av suðri og útsynningi við óstøðugum, lýggjari veðri við vindi.
Tollaksmessudag verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av vestri og útsynningi og í kvøld makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri, Skýggjað og ælaveður, møguliga við heglingi, men út á dagin klárar í og tað verður yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 3 og 7 stig. Hósnáttina snarar hann vindin í ein eystan, seinni landsynning og øtlar upp í strúk í vind upp í skrið, 13 til 18 m/s. Sum frá líður skýggjað og nógv regn av suðri.
Jólaaftan verður skrið ella stormur av suðri, 18 til 23 m/s, í hvirlunum hvassur stormur, 25 til 28 m/s. Út á dagin snarar hann í ein útsynning, seinni vestan og útnyrðing og makar vindin niður í hvassan vind til skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 7 stig. Jólakvøld og jólanátt verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, av útnyrðingi, við hørðum hvirlum, sum tó minka út á náttina. Ælaveður, sum frá líður vátaslettingur og kavi og hitn fellur niður móti frostmarkinum.
Jóladagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin kavaæl, men sum frá líður turt og samdrigið. Hitin um frostmarkið. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, sum snarar í ein eystan, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur klárt. Hitin millum fimm kuldastig og eitt hitastig.
2. jóladag øtlar hann vindin út á dagin upp í strúk í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s, sum um náttina makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt døgnið um 5 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan og makar eitt vet. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin øtlar hann út á dagin vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av suðri og um náttina øtlar hann vindin enn meiri, upp í strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 8 stig.