Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, vísti til ríkisfundin, sum løgmaður hevur verið á. Hann spurdi løgmann um nýggja stjórarskipanarlógin skal gerast innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Løgmaður segði, at arbeiðið við stjórarskipan fer í gongd í januar. Um tað verður innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, veit ongin enn.
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, segði, at tað at fara undir arbeiðið uttan at hava bestemma um lógin er innanfyri ella uttanfyri, er meiningsleyst.
Jørgen Niclasen segði, at Tjóðveldi eru serfrøðignar í at fáa kjak um ting, sum als ikki eru. Spurningurin er um Høgni Hoydal er farin yvir til Sjúrð Skaale ella um Sjúrður Skaale er farin aftur til Høgna Hoydal.
-Verður stjórnarskipanin innanfyri donsku grundlógina ella ei. Tað er mín spurningur, segði Bárður Nielsen.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði, at hetta ikki er eitt loysingarskjal, men innanfyri ríkisfelagsskapin.
-Tað svaraði eg fyrru ferð og tað haldi eg var púra greitt, segði løgmaður.