Innantóm rakstrarróp og ógrundaðir pástandir

JÁTTANARKARMAR Á nógvum økjum er fíggjarpolitikkurin hjá hesi samgonguni er ein vanlukka, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum sjálvur er í samgongu

- Fíggjarpolitikkinum hjá hesi samgonguni er ein vanlukka á nógvum økjum.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum sjálvur er í samgongu.
Í dag, sama dag sum Løgtingið fer at viðgera játtanarkarmarnar, staðfestir Jenis av Rana, at tað er ikki semja í samgonguni um játtanarkarmarnar, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fyri Løgtingið beint fyri páskir.
Sjálvur tekur hann ikki undir við fleiri pørtum av játtanarkarmunum.
Men hann leggur afturat, at hann visti heldur ikki av nógvum av tí, sum stendur í sokallaðu fíggjarpolitiska stevnumiðinum hjá samgonguni, sum játtanarkarmarnir eru.
- Samgongan er als ikki kunnað um nógv av tí, sum stendur í játtanarkarmunum.
Tí hevur hann nú biðið formenninar í hinum trimum samgonguflokkunum um fund, at fáa greiði á støðuni.
Hann kallar ein part av játtanarkarmunum fyri leysar pástandir, sum eru púra ógrundaðir og har ongar kanningar eru gjørdar at greina fíggjarligu og samfelagsligu avleiðingarnar av tí, sum ætlanin er at fremja.
- Á fundinum ímillum floksformenninar, fari eg staðiliga at heita á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um at fáa skil á fíggjarpolitikkin og krevja, at tey ymsu tiltøkini í játtanarkarmunum verða eftirkannað, sigur Jenis av Rana.
- Løgmaður má tryggja, at tey tiltøk, samgongan setir í verk, verða eftirkannað, tí samgongan kann ikki loyva sær at føra ein fíggjarpolitikk, sum er grundaður á innantóm rakstrarróp og brádliga íkomin hugskot, hjá einum landsstýrismanni sum als ikki eru kannað og eftirmett, staðfestir formaður Miðfloksins.
- Men at fara úr samgonguni vil Jenis av Rana ikki tosa um - ikki enn í hvussu so er.
- Men øll hava síni mørk, og tað havi eg eisini og vit taka støðu frá ferð til ferð, sigur Jenis av Rana.
Akkurát, hvar markið er, vil hann kortini ikki útgreina.
- Vit meta framvegis, at vit hava størri ávirkan innanfyri enn uttanfyri.
Men gongdin í ár verður kanska sum í fjør. Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð løgd fram í heyst, var tað mesta av fíggjarkarmunum, longu slept og av tingsins røðarapalli bað løgmaður rætt og slætt tingfólk tveita játtanarkarmarnar í ruskspannina.
- Tað verður nokk sama støða í ár, sigur Jenis av Rana.

Ein ræðumynd
Jenis av Rana nevnir flatskattin, sum eina ræðumynd av illa grundaðum og óumhugsaðum fíggjarpolitikki.
- Hann er ein vanlukka, tí hann hevur als ikki havt tað ávirkan, limir í samgonguni førdi fram, at hann fór at fáa.
- Flatskatturin varð latin teimum, sum ikki høvdu brúk fyri honum og tískil hevur hann hevur als ikki sett gongd á samfelagið. Er meiri ferð komin á samfelagið, er tað eina og aleina takkað verið uppsjóvarfiskinum og tað hevur einki sum helst við flatskattin at gera.
- Avtøkan av Landsbankanum, er eisini eitt úrslit av eini ”fixari idé”, har einki varð kannað og greinað frammanundan, og sum ikki fer at føra nakra sparing við sær.
- Alt hetta hevur ikki ført til annað, enn at elva til órógv í samfelagnum, uttan at nakað er komið burtur úr.

Púra ókent
Jenis av Rana staðfestir, at eftir játtanarkarmunum, sum nú eru lagdir fram, er ætlanin enn einaferð at seta ógrundað og illa umhugsað tiltøk í verk.
- Og nógv av tiltøkunum vita hvørki vit í Miðflokkinum, ella onnur í samgonguni, als einki um.
- Vit vita einki um ætlanina at leggja lestrarstuðul um til lán. Tað er eisini ein so óvinarlig heilsan til okkara ungdóm, at tað kunnu vit ikki taka undir við, sigur Jenis av Rana.
- Hetta hevur hevur verið frammi í samgonguni, men tað varð sópað av borðinum. Sostatt er tað heilt óskiljandi at síggja hetta á prenti í játtanarkarminum nakrar dagar seinni.
Í fíggjarkarmunum í fjør, varð avtalað, at rentufrádrátturin til sethúsaeigarar skuldi lækka eitt prosent um árið.
Tí skilir Jenis av Rana ikki, hví tað nú stendur í játtanarkarmunum, at rentufrádrátturin skal lækka enn meiri enn tað sum er avtalað, tí tað er ikki nevnt í samgonguni við einum einasta orði.
- Í fjør var tað sama frammi, men tá søgdu samgongulimir kortanei. Men í ár lótu tey bara vera við at spyra, men seta tað í kortini.
- Sostatt skulu vit brádliga gera tað óliviligari í Føroyum, bara tí onkur í samgonguni brádliga fær eitt hugskot, sum als ikki er eftirkannað, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum.
Miðflokkurin veit heldur einki um, at ætlanin er at hækka prísirnir á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni.
- Samstundis, sum tosað verður um at lækkað prísin á ferðaseðlum út í heim, er sostatt ætlanin at hækka ferðaseðlaprísin hjá einum lítlum parti av fólkinum, sum ikki hava fast samband, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum.
Somuleiðis staðfestir hann, at í samráðingunum um karmarnar, hevur tað heldur onki verið frammi um at útveita almennar tænastur og samanleggja stovnar
- Tí er hetta eisini ein ætlan, vit púra einki vita um, og har avleiðingarnar als ikki eru kannaðir, sigur Jenis av Rana.
- Eg veit ikki, hvaðani tað kemur frá, at tað ber til at spara 15%-20% av útreiðslunum við samanleggingum og útveitingum. Og so verður løgfrøði enntá nevnt sum eitt øki, sum skal útveitast. Er tað nakað, sum kostar kassan, eru tað privatir løgfrøðingar, so hetta er bara eitt prógv um, hvussu lítið skil er í, sigur Jenis av Rana.
Eitt annað brádliga íkomið hugskot er, at nú skulu almenn starvsfólk ikki longur fara frá, tá ið tey fylla 70, men skulu sleppa at arbeiða longri.
- Hvussu kunnu vit tað, samstundis sum vit hava stórt ungdómsarbeiðsloysi og hvussu kunnu vit lokka fólk heimaftur, tá ið ongi størv eru til tey, spyr Jenis av Rana.
- Hetta er aftur eitt tekin til tey ungu um, at tey verða ikki raðfest.
- Ein politiskur bólkur arbeiðir við eini heilt nýggjari pensjónsskipan og so verður ein bumba, sum henda bara tveitt í Løgtingið, uttan at nakar veit um tað, sigur Jenis av Rana.