Tað eru ikki hissini pástandir um Tjóðveldi, sum Magni Laksáfoss setti fram í bløðunum síðsta leygardag. Tjóðveldi, sigur hann:
- Sær statin sum eitt mál í sær sjálvum.
- Roynir at mála almenninginum eina fíggindamynd av Danmark.
- Vil fegin offra tann einstaka á altarinum hjá “misskiltu nationalismuni”.
- Tekur støði í eini hugsjón um, at summi lond eru útvald av Gudi, og hava rætt til at fara í kríggj við onnur lond og kasta hatur á aðrar tjóðir.
Og so sigur hann, at okkara hugsjón blokkerar fyri rationellari hugsan...
Og alt byggir á Hegel...
Rættiliga bombastiskir pástandir at seta fram, má sigast.
Og tað merkiliga er, at Magni hvørki byggir hesar pástandir á stevnumið Tjóðveldisins ella á nakað, sum flokkurin hevur sagt ella gjørt.
Nei, Laksáfoss hevur funnið hesa hugsan hjá 18. aldar filosoffinum Hegel! Og so ger hann bara heilt elegant ta niðurstøðu, at hetta má vera tað, sum Tjóðveldi byggir á...
Løgin máti at argumentera uppá, má sigast.
Vit kunnu til stuttleika gera sum Magni. Vit kunnu hyggja at heimsspekini hjá Hegel, og pástanda, at hon er tað, Sambandsflokkin byggir á:
Vilja vera trælir
Sum Magni veit helt Hegel, at øll viðurskifti millum menniskju, so ella so, kunnu skiljast sum viðurskiftini millum harra og træl. Vald og undirgeving. Øll mugu royna at vinna sær sína støðu, og tey, sum hava styrkina, dirvið og hegnið til tað, gerast harrar. Hini mugu ásanna sínar avmarkingar, og gerast trælir. Hetta sama, sigur Hegel, er galdandi í viðurskiftunum millum lond.
Í eini djúptøkari greining av heimsspekini hjá Hegel er Sambandsflokkurin síðani komin fram til, at Føroyar eru dømdar til eina støðu sum undirgivin trælur. Vit hava hvørki hegni, styrki ella dirvi, og eiga tí at geva okkum undir Danmark.
Í veruleikanum, sigur Sambandsflokkurin, hevur Gud valt, at Føroya fólk ikki skal hava sín egna stat, men skal geva seg undir danska statin.
Nú vil Magni kanska siga, at hetta ikki er rætt. Well – tað er ið hvussu er líka rætt sum tað, sum Magni, við støði í Hegel, skrivaði um Tjóðveldi...
Skilji væl Magna
Men eg skilji væl, at Magni Laksáfoss argumenterar, sum hann ger.
Tí hann vil fegin mana fram hesa myndina av, at Tjóðveldi er nationalistiskt, at vit hata onnur, at vit vilja offra tann einstaka og at okkara hugsjón blokkerar fyri rationellari hugsan.
Trupulleikin hjá honum er, at hann hvørki finnur argument fyri hesum pástandum í okkara stevnumiðum ella í tí, sum vit siga og gera.
Og trupulleikin er størri enn so. Tí hyggja vit at tí, sum Sambandsflokkurin sigur og ger, so er púra eyðsæð, at flokkurin er blindaður av eini “ideologi”, sum júst forðar fyri rationellari hugsan.
Tað, sum mann sigur um onnur, er mann sum kunnugt ofta sjálvur.
OL
Latið okkum taka nøkur dømi:
Formaðurin hjá Magna, Kaj Leo Johannesen, boðaði í vetur alment frá, at hann vildi virka fyri, at føroysk ítróttarfólk skuldu sleppa at umboða Føroyar á Olympisku Leikunum. Hetta er altso eitt politiskt mál hjá flokkinum.
Men tað er eitt sum forðar fyri, at vit náa hesum máli: Tað er, at vit ikki hava fullveldi. Tann dag, vit hava fullveldi, sleppa vit. Uttan fullveldi sleppa vit ikki.
Men Sambandsflokkurin er púra blindaður av hugsanini um, at Føroya fólk fyri alt í verðini ikki má fáa fullveldi í egnum landi. Henda fanatiska ideologi forðar fyri, føroyskt ítróttarfólk sleppa at umboða sítt land í OL.
ES
Eg og Magni eru púra samdir um, at Føroyar mugu finna eitt trygt pláss í tí evropiska samstarvinum.
Men eisini her er fullveldi lykilin.
Landsstýrið hevur bankað uppá hurðar nú á áravís. Men vit sleppa ikki inn í EFTA, vit kunnu ikki gerast partur av EBS-avtaluni, og vit sleppa ikki í ES sum annað enn ein danskur landslutur. Ja, vit fáa ikki ein gang fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Vit sita í ongamannalandi. Og orsøkin er ein: vit hava ikki fullveldi.
Magni veit útmerkað væl, at hetta alt samalt eru klubbar fyri statir.
Magni veit, at tann dag, vit eru ein statur, sleppa vit við.
Magni veit, at vit ikki sleppa við, so leingi vit ikki eru ein statur.
Men Magnasa størsta ideologiska mál er, at vit ikki skulu gerast ein statur...!
Magni laksáfoss er so blindaður av sambandshugsjónini, at hann ikki sær veruleikan. Hansara hugsjón blokkerar fyri, at vit røkka teimum málum, hann sigur seg vilja røkka.
Vit kunnu avgjørt samstarva
Magni endar sína grein við at siga, at tað er lítil møguleiki fyri at sameina hugsjónirnar hjá sambandinum og tjóðveldinum.
Tað er helst rætt.
Men tað løgna er, at vit hava nærum somu politisku mál.
So um Magni tekur tær ideologisku brillurnar av nøsini, og síðani vil gera tað, sum skal til fyri at náa okkara felags málum, so kunnu vit samstarva um nærum alt. Tí í teirri løtu, Magni tekur hesar brillur av, sær hann, at fullveldi ikki er nøkur grýla. Fullveldi er fortreytin fyri, at Føroyar fáa sín fasta, trygga sess við tað europeiska borðið.
Aftanfyri tær ideologisku brillurnar er Magni Laksáfoss tjóðveldismaður.