Tað kundi gingið heilt galið, tá innbrot var í Evangeliihúsinum í Havn einaferð farnu nátt ella tíðliga í morgun. Tjóvurin, sum breyt ein rút og tók ein gittar við sær út, hevði nevniliga bæði drukkið eina øl, sum hann hevði við, og fest sær í eina ballaða sigarett. Sigarettina fann politiið á gólvinum, har hon var slóknað av sær sjálvari.
Kringvarpið veit frá kriminalpolitinum at siga, at innbrotið varð meldað um sekstíðina í morgun, og at gittarin, sum nú er horvin, var av merkinum Western.
Higartil er eingin handtikin.