Í nátt hevur verið innbrot í deildini hjá Føroya Bjór í Havnardali. Enn er ikki greitt um nakað er stolið. Tað eydnaðist í nátt einum gerningsmanni, at bróta inn á høvuðslagri hjá Føroya Bjór í Havnadali.
Ansni var tætt við, tá ið alarmurin fór frá, og tí eydnaðist tað kortini ikki gerningsmanninum, at sleppa inn á høvuðslagri hjá Føroya Bjór.
Ein steinur varð kastaður inn ígjøgnum ein rút í skrivstovuni.
-Kanska eru nøkur skjøl stolin, tað vita vit ikki enn, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.
Hann sigur, at kriminalpolitiið í dag fer á staðið.
-Vit fáa meira at vita, tá ið kriminalpolitiið hevur verið á staðnum, sigur Einar Waag.
Gerningsmaðurin flýddi undan Ansni, og enn er ikki greitt hvør gerningsmaðurin var.