Innbrot í handil í Miðvági

Mitt í nátt fór ein sjálvvirkandi tjóvaríávaring í Bónus í Miðvági ígongd. Ein trygdarvørur hjá Trygdartøkni var fyrstur á staðnum og sá, at talan var um innbrot, og boðaði løgregluni frá. Ein rútur var brotin og tjóvarnir vóru farnir inn tann vegin.

 

Løgreglan sigur, at enn er óvist, hvat tjóvarnir hava fingið við sær, ella um nakað er stolið yvirhøvur.

 

Í nátt gjørdi ávaringin í handlinum hjá Leif Mohr í Kambsdali, eisini vart við seg, men tað vísti seg at vera eitt tekniskt brek, tí har var onki á vási.