Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at enn er eingin tikin fyri innbrotið, men at tey hava tryggja ymisk spor at kanna víðar.
– Tey vita ikki enn at siga, um nakað er stolið, men tað verður kannað, sigur vaktleiðarin.
Í gjár ringdi eisini kvinna at boða frá, at hon hevði koyrt á tvær gæs á Stykkinum. Hetta var hent leygardagin. Men av tí at hon helt seg vita, hvør átti gæsnar, hevði hon sjálv boðað viðkomandi frá. Men tað var ikki rætti eigarin, tí boðaði hon politinum frá fyri soleiðis at finna rætta eigaran.